Heimatíðindi

Álopið á USA: 19 ár síðan í dag

2020-09-11 07:50 Author image
Sveinur Tróndarson

Í dag eru 19 ár liðin síðan 19 mans við tilknýti til Al-Qaeda yvirgangsfelagsskapin rændu fýra flogfør í amerikonskum loftrúmi.

Hendingin hevur fest seg so nógv í minni á fólki, at sigur tú “nine-eleven”, so ivast eingin í, í øllum førum eingin, sum var hálvvaksin ella meira enn tað tann 11. september 2001, hvar tey vóru, tá hesar ræðuligu hendingarnar fóru fram.

Sjálvur var eg á veg til arbeiðis á portal.fo, sum Føroya Tele átti og rak tá, í hølunum í Klingruni, sum vist var gamli bygningurin hjá Pihl & Søn, um eg minnist rætt. Har helt Teleforlagið, sum hevði ábrygdina av portal.fo tá, til.

Eg minnist, at eg í fyrsta umfari ikki sá eitt menniskja á nakrari skrivstovu, tá eg kom inn, og tað var ikki fyrr enn eg fór inn í fundarhølini, at eg fann tey. Tá sótu tey har, øll sum sligin á nevið, og stardu beint fram fyri seg við høvdinum móti risastóra sjóvarpsskíggjanum, sum í skundi varð tendraður, tá fyrstu tíðindini bórust.

Og meðan eg standi og leni meg upp ímóti durastavinum síggi eg saman við hinum tað seinna flogfarið flúgva við beinari kós móti seinna torninum – og inn í tað…

Fólk vóru bangin
Tað er synd at siga, at tað kom nógv burturúr á arbeiðsplássinum henda dagin.

Ella tað mundi tað valla gera á nøkrum arbeiðsplássi, tí hetta var ein skelkur, sum veruliga fór djúpt.

Umvegis sjónvarpsskíggjan sóu vit fyrst roykin úr tornunum báðum, úr Pentagon-bygninginum og frá flogfarinum, sum datt niður í Pennsylvania. Vit sóu fólk meira ella minni hanga út av vindeygunum rópandi um hjálp, ivaleyst væl vitandi, at teirra seinasta stund var komin og at enda sóu vit eisini við egnum eygum, at tey bæði stóru tornini í New York rapaðu meðan risastór roykskíggj fjaldu gøtur, bygningar og fólk.

Tað er einki at siga til, at – ella um – fólk vóru bangin henda dagin.

Tí hetta var ikki bara eitt álop á USA. Hetta var eitt álop á allan tann frælsa heimin.

Reaktiónirnar komu sjálvandi eisini, og tíðin eftir 11. september 2001 hevur verið øðrvísi enn hon var undan tí degnum.

Einki hol ígjøgnum
Tá tann ringasti skelkurin hevði lagt seg eftir ógvusligu myndirnar, var bara eitt at gera.

Tað var at fara til arbeiðis og at framleiða tíðindi til portal.fo, tí eingin ivi var um, at lesarin vildi hava at vita, hvat var hent.

Sum um eg – og onnur í Føroyum – høvdu nakran kjans til at greina ta fløkjuna.

Jú, vit vistu á leið, hvat tað var, men tað sum eg minnist fyrst og fremst var, at har vóru so nógvar gitingar um, hvat, hví og hvussu, at tað var vónleyst at gjøgnumskoða.

Og so var tað ein annar trupulleiki. Ein trupulleiki, sum eg ongantíð síðan havi upplivað.

Tað var, at internetið fyrstu longu løtuna eftir álopini var tipt.

Tað var heilt einfalt einki hol ígjøgnum til nakað yvirhøvur. Líkamikið hvussu eg royndi at sleppa út í heim fyri at finna nýggjar upplýsingar um tað, sum eg júst hevði sæð,  so var einki at gera.

Hvussu leingi tað vardi, minnist eg ikki, men tað gekk ein rímiliga drúgv løta. Og netið var óstøðugt leingi, tí so nógv ferðsla var henda dagin.

Nógv er broytt
Avleiðingarnar av “nine-eleven” hava verið stórar.

Eitt er, at fólk óttaðust fyri, at heimurin endaði í triðja heimsbardaga, men tað gjørdu vit tíbetur  ikki.

Eitt annað var, at fólk roknaðu við stórum og ógvusligum broytingum eftir álopini, og tær komu, tí trygdarkrøvini eru herd nógv – allastaðni.

Fyrr kundu vit sum einki fara oman á kaiina at fiska, men tað ber ikki til allastaðni í dag. Kanska eru krøvini linkað eitt sindur á tí økinum í seinastuni, men partar av havnarløgunum eru púra stongd av í dag.

Og fyri ikki at tala um trygdina á flogvøllum kring heimin.

Har er alt blivið munandi strangari, og ein stórur partur av orsøkini er tað, sum hendi í USA henda dagin fyri 19 árum síðan.

Tíbetur hava vit menniskju lætt við at tillaga okkum til nýggjar umstøður. Tað gjørdu vit eisini eftir álopini . september 2001. Tað tók kanska eitt sindur drúgvari tíð enn vanligt. Men minnini ræða framvegis.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður