Heimatíðindi

Almenn móttøka á nýggja Tjóðsavninum

Almenn móttøka á nýggja Tjóðsavninum
2018-03-11 11:43 Author image
Innsent

‘Tjóðsavnið' er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, skrásetir, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu.

Í sambandið við at Søvn Landsins eru farin í søguna, er Tjóðsavnið vorði sjálvstøðugur stovnur við egnum navni, samleika og endamáli. Í hesum sambandi verður almenn móttøka á Tjóðsavninum hósdagin 15. mars kl. 10.00 í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.

Greitt verður millum annað frá spennandi framtíðarætlanum hjá Tjóðsavninum, nýggjari heimasíðu og grafiskum samleika. Harumframt verða forkunnugir lutir, sum eru komnir undan kavi í grevstrinum á Velbastað, sýndir fram fyrstu ferð nakrantíð.

Landsstýriskvinnan í mentamálum heldur røðu.

Øll eru vælkomin

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður