Kjak

Almannamál

Marna Jacobsen, bygdaráðslimur í Sørvágs kommunu

Marna Jacobsen, bygdaráðslimur í Sørvágs kommunu

2019-09-20 12:45 Author image
Marna Jacobsen

Havi lisið samgonguskjalið, sum nú skal liggja til grund fyri førda politikkin næsta 4 árini.

Eg havi hug at hefta meg við eittans setning í samgonguskjalinum, sum, eg haldi, kann fara at hava stóran týdning fyri viðurskiftini hjá arbeiðsførum kvinnum.

Undir almannamálum stendur soleiðis um ansing av børnum:

Heimilað verður kommununum at rinda part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldur, um tey velja aðra ansing ella velja at ansa egnum børnum heima. Hetta verður gjørt út frá meginregluni um, at pengarnir skulu fylgja barninum.

Hervið hevur Fólkaflokkurin fingið eina av sínum meginreglum festa á blað, sum kann fara at hava við sær, at kvinnur velja at vera heima hjá sínum børnum í staðin fyri at hava lønt arbeiði uttan fyri heimið, sum allir aðrir borgarar (t.e. menn).

Hvat kann hetta so hava við sær?

Jú, fyrst og fremst fer samfelagið at missa ein stóran part av sínari arbeiðskraft, og harvið missir samfelagið ein hóp av skattakrónum, tí at arbeiðsført fólk er heima við hús heldur enn úti og arbeiðir.

Vandi kann verða fyri, at kommunur, sum hava sett nógvan pening av til at byggja og fíggja barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar og ungdómshús, kunnu missa alt hetta á gólvið, tí at barnagarðar, vøggustovur og frítíðarskúlapláss ikki verða brúkt, og fólk missa arbeiðið á somu stovnum, tí brúk er ikki fyri teimum.

Vit mugu minnast til, at tað fer annað fram á barnagørðum og vøggustovum enn ansing: her verður umframt at barnið er saman við øðrum børnum og mennir seg sosialt, eisini ansað eftir slíkum, sum kann vera ein forðing í menningini hjá barninum bæði sosialt og sálarliga. Hetta tryggjar, at stig kunnu vera tikin beinavegin at styrkja barnið í menningini, um brúk er fyri tí. Her er bara eitt sum td. málið, hvussu menna vit barnið málsliga, so at tað er væl ført fyri at taka lut í undirvísing frá fyrsta flokki av? Bara við økta talinum av fólki, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, er hetta ein avbjóðing, sum longu nú sæst bæði í barnagørðum og skúlum.

Ein onnur avbjóðing kann vera tær mammurnar, sum eru sálarliga illa fyri. Í dag er tað ein stór hjálp hjá teimum, at tær kunnu fáa børnini ansað, men við hesum uppskotinum er væl hugsandi, at hesi børnini verða slept upp á fjall, mammurnar orka ikki í barnagarð við teimum og verða heldur heima. Hvør skal tá standa sum dómari yvir hesum mammunum og nokta teimum ansingargjald? Kommununar?

Sostatt kann prinsippið um, at børn skulu hava væl skikkaða, útbúnað arbeiðskraft at ansa sær, fara fullkomiliga fyri bakka. Vit havna prinsippinum í vælferðarsamfelagnum, sum sigur, at øll skulu hava javnbjóðis møguleikar at menna seg og trívast.

Eitt av høvuðsmálinum hjá kvinnurørsluni, sum tók seg upp av álvara seinast í trýssunum og hálvfjerðsunum var, at kvinnur skuldu gerast økonomiskt óheftar.

Av tí at uppgongutíð var í trýssunum, gjørdist tað meira og meira vanligt, at kvinnur, ið høvdu arbeitt sum ógiftar, hildu fram at arbeiða, tá tær giftust, og so við og við øktist talið at kvinnum, sum arbeiddu úti í staðin fyri at vera heimagangandi húsmøður, sum tað æt tá.

Tað vóru nógvar orsøkir til hetta: ein tøknilig menning, sum gjørdi, at hvørt heim so við og við fekk køliskáp, frystiboks og vaskimaskinu, sum so aftur hevði við sær, at tað ikki var líka arbeiðskrevjandi sum áður heima við hús. Harumframt var brúk fyri størri arbeiðskraft í samfelagnum. Flakavirki komu nærum á hvønn tanga í Føroyum, og har høvdu kvinnurnar ein stóran part av arbeiðunum. Tað gjørdist sum heild dýrari at liva, at byggja hús og keypa mat, og tað gjørdi eisini sítt til, at neyðugt var at hava tvær inntøkur, fyri at fáa alt at mala runt. Kravið um at fáa lut í materiellu fyrimununum sum bili, sjónvarpi o.s.fr. gjørdi eisini sítt til, at kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin.

Sostatt vóru allar orsøkir til, at kravið hjá kvinnurørslum um økonomiskt og persónligt sjálvræði kundi gangast á møti, hóast tað skuldu ganga nógv ár, áðrenn tær vórðu mettar ájavnt við menn í løn. Hetta skyldast fyrst og fremst tann kynsuppbýtta arbeiðsmarknaðin, har kvinnur hava størv, sum geva minni løn enn menninir.

Eitt av úrslitinum av, at kvinnur fóru út á arbeiðsmarknaðin í stórum tali, var, at neyðugt var at byggja barnagarðar, vøggustovur, ellisheim, vardar stovnar o.a. Brúk var fyri stovnum at taka sær av teimum arbeiðsuppgávunum, sum kvinnur høvdu tikið á seg óløntar heima við hús. Tað vóru eisini kvinnurnar sjálvar, sum í stóran mun tóku hesi størvini upp á seg, tá tær fóru út á arbeiðsmarknaðin.

Tí tykist mær hetta uppskotið hjá Fólkaflokkinum at vera sum at geva teimum konunum eitt slag í andlitið, sum í hálvfjerðsunum og fýrsunum stríddust sum úlvinnur fyri at fáa kommunurnar at átaka sær ábyrgdina av at byggja vøggustovur og barnagarðar til børnini. Hetta vóru ikki reyðsokkar, men konur í húsmøðrafeløgum og kvinnufeløgum, sum sóu, at viðurskiftini hjá familjuni nú broyttust so nógv, at báðir partar máttu út á arbeiðsmarknaðin fyri at lívbjarga sær og familjuni, og at tað tí var av stórum týdningi, at tey kundu fara við sínum børnum á eitt trygt stað fyri at verða ansað, meðan tey vóru til arbeiðis.

Nú eru vit so komin hagar, at nógvar familjur kenna tað sum, at tað gongur alt ov skjótt fyri seg, at børnini eru við sviðusoð, at familjan hevur ov lítið av tíð at vera saman sum familja.

Hetta er sum funnin fressur hjá Fólkaflokkinum, soleiðis at hann nú kann seta hetta í verk, at pengarnir skulu fylgja barninum. Tú rakar beint í solar pleksus á kvinnum, sum frammanundan ganga við ringari samvitsku, tí tær halda seg hava ov lítla tíð saman við barninum. Úrslitið kann gerast, at kvinnur fara av arbeiðsmarknaðinum heim at ansa børnum sínum og møguliga børnum hjá onkrum øðrum.

Tað verður so vakurt sagt, at familjan skal sjálv gera av, hvussu hon innrættar sítt lív, saman við børnunum, men søgan hevur víst okkum, at uttan mun til um tosað verður um familjuna, so eru tað kvinnurnar, sum enda heima við hús, og tá fara tær aftur at gerast økonomiskt og harvið persónliga heftar at manninum. Tað er bara at hyggja at, hvør fyrst verður arbeiðsleys, tá kreppur taka seg upp, og hvør tekur 90% av barnsburðarfarloyvunum í Føroyum.

Hvørji verða so tær, sum fara at taka av slíkum tilboði, kundi tú spurt. Ja, tað verða so ikki tær smábarnafamiljur, sum hava miðal- og láginntøkur, og sum skulu byggja/keypa sær hús, seta føtur undir egið borð og fáa sær børn. Tað er bara at hyggja at, hvørja samsýning Fólkaflokkurin ímyndar sær, at hesar kvinnur skulu fáa frá land og kommunu: 7500 kr fyri barnið ella 90.000 kr um árið. Hvørjar barnafamljur klára seg við einari inntøku (tí hjá manninum) + 90.000 kr (tí hjá konuni)? Og hvussu fara pensjónsviðurskiftini hjá hesum kvinnum at verða, tá hugsað verður um, at kvinnur frammanundan hava nógv verri pensjónsviðurskifti enn menn.

Omaná alt hetta, so fer hetta at skapa enn størri frustratión millum mammur, tí at tað nú fer at verða ein trendur at ganga heima og ansa sínum egnu børnum. Tann svarta samvitskan, sum flest allar mammur hava í forvegin, fer at gerast enn størri nú, tí at tú nú ert ein av teimum, sum ikki hugsar um børnini, men bara um teg sjálva og títt arbeiði.

Sostatt verður hetta eitt risa afturstig fyri kvinnurnar, umframt at tað er trupult at síggja, hvar Fólkaflokkurin skal fáa fólkini frá, sum skulu menna vinnulívið og økja um vinnumøguleikarnar, tá ið teir ynskja, at helvtin av arbeiðsstyrkini skal vera heima við hús. Tað er haraftrat eisini trupult at síggja, hvussu Fólkaflokkurin ætlar, at kommunur, sum hava sett milliónaupphæddir í at skipa fyri betri ansingarmøguleikum til børnini, skulu fáa tað at mala runt við tómum stovnsplássum.

Trupulleikin við familjum og strongd er eyðsæddur. Loysnin má byggja á eina heildarfatan av familjuni, og tað ber til at hjálpa familjuni á annan hátt við tiltøkum, sum lætta um á arbeiðsmarknaðinum, skattapolitiskt ella við familjuískoytum.  Tað eru loysnir, sum koma øllum familjum til góðar.

At reka konurnar heim aftur til kjøtgrýturnar er ikki svarið í einum nútímans vælferðarsamfelag.


Marna Jacobsen

Bygdaráðslimur í Sørvágs kommunu

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður