Mentan

Methøgur áhugi fyri filmsframleiðslu

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-12-04 15:29 Author image
Turið Justinussen

Í ár kappast heili 28 filmar um Geyta- og Áskoðaravirðislønina. Freistin at boða frá luttøku var í gjárkvøldið, mánadagin 3. desember á midnátt, og sambært Norðurlandahúsinum, hevur áhugin ongantíð verið so stórur

Í Føroyum hevur áhugin fyri filmsframleiðslu, eftir øllum at døma, ongantíð verið so stórur. Norðurlandahúsið fekk fráboðanir um 28 føroyskar stuttfilmar, sum sambært verkætlanarleiðara, Inger Smærup Sørensen er, er met høgt.

Ríka um spírandi føroyska filmsskattin
Hetta er sjeyndu ferð, Norðurlandahúsið skipar fyri Geytatiltakinum, ið hevur til endamáls at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm.

Fyrsta tiltakið var í 2012, og Inger Sørensen sigur soleiðis við Dimmalætting: 

- Talið er støðugt vaksandi. Í fjør luttóku 26 filmar, og áðrenn tað luttóku 21 filmar.

Sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, leggjast nýggj nøvn til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.

Søga, snild og handverk
Luttakandi filmarnir skulu vera stuttfilmar, og kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Stuttfilmurin kann vera ein spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki ein lýsingarfilmur.

- Fyrst meldar man seg til. Síðani velir filmsnevndin tíggju ella ellivu filmar burturúr, ið verða sýndir og soleiðis luttaka á filmskvøldinum, sigur Inger Sørensen við Dimmalætting. 

Filmsnevndin brúkar trý metingargrundarløg í dømingini: Søguna, filmiska frásøgusnildið og handverkið.

Bank Nordik letur Geytavirðislønina á 30.000 krónur saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina á 25.000 krónur.

Tað eru áskoðararnir, ið eru til staðar á hesum filmskvøldi í Norðurlandahúsinum, ið sleppa at atkvøða fyri teirra yndisfilmi og avgera, hvør skal handast virðislønina. 

Heiðra Herálv Geyta
Virðislønin er uppkallað eftir kollfirðinginum og búfrøðinginum, Herálvur Geyti (1914-1985), ið vanliga varð nevndur Geytin. Hann ferðaðist kring oyggjarnar í Føroyum í 1960-árunum og 1970-árunum, og vísti film, har sum eingin biografur var.

Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt.

Verdóttur Geytans, Astrid Andreassen, sniðgevur virðirslønina, sum sonur hennara, David Geyti, tilvirkar.

Klippfisk, er eitt føroyskt filmsfelag, ið virkar fyri framhaldandi menning av einum filmsvakstrarumhvørvi fyri filmsspírar. Hevur ein áhuga fyri filmi, kann Klippfisk  læna út filmsútgerð, veita eitt stað at klippa filmin ella ráðgeving í sambandi við filmsframleiðsluna, um tørvur er á tí.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður