Heimatíðindi

Áhugin fyri e-sporti er vaksandi í Føroyum

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2019-01-15 20:26 Author image
Turið Justinussen

Telduspøl eru seinastu árini blivin ein heimsfevnd kappingar- og áskoðarasportur undir heitinum e-sportur (Electronic Sport) og Rúni Winther Johnsen vónar, at Føroyar, eins og onnur lond, fer at viðurkenna e-sport sum ítróttargrein

Ein forsprákari fyri e-sport í Føroyum er Rúni Winther Johnsen, sum í 2016 stovnaði felagið, eSport Føroyar, ið hevur til endamáls at miðsavna føroyingar innan e-sport. 

Í e-sporti kappast man um navnframi, tólbúnað og ovurstórar peningaupphæddir. Spølini, kappast verður í eru, umframt FIFA, typiskt skjóti- og strategispøl, har endamálið er at beina fyri mótpartinum.

Les eisini: Milliónirnar floyma inn: Johan Sundstein mest vinnandi spælarin í Danmark

Felagið, eSport Føroyar, skipar millum annað fyri kapping um føroyameistaraskap í mest spælda e-sport spælinum í Føroyum, ið eisini er sera kent uttanlanda, Counter Strike: Global Offensive. Besta deildin í kappingini kallast Elektron Deildin, tí hetta er annað ár á rað, at Elektron sponsorerar henni. Kappast verður um 50.000 krónur, sum verða latnar fimm teimum fremstu liðunum og finalan verður hesuferð leikað í einum høli hja Elektron. 

- Føroyingar eru sera dugnaligir í e-sporti, sigur Rúni Johnsen og staðfestir, at ein kanning ivaleyst hevði víst, at føroyskir telduspælarir brúka einar 50 tímar um vikuna uppá e-sport, sum í Føroyum kann leikast alt árið, mótsatt eitt nú fótbólti.

- Veðurlagið hevur einki at siga fyri e-sport, og sostatt forðar einki fyri, at føroyingar kunnu gerast e-sportleikarir í heimsklassa, eins og Johan Sundstein er.

Felagið, eSport Føroyar, hevur higartil skrásett áleið túsund ymiskar føroyskiar e-sport-leikarar, og í miðal eru yvir hundrað føroyingar tilmeldaðir hvørja kapping.

- Undirtøkan hevur verið størri, enn vit høvdu væntað, sigur Rúni Winther Johnsen, og skoytir gleðiliga uppí:

- Fyrr hvørki hoyrdu ella sóu vit nakað til gentur, men tað gera vit javnan nú, og tær luttaka eisini til kappingarnar, sigur Rúni Winther Johnsen.

Útlitini eru góð
Kappingar í e-sporti verða tiknar í álvara, og ikki ein og hvør megnar at vinna. Krøvini til rørsluneyvleika, reaktións- og samskipanarevni eru høg, og Rúni Winther Johnsen greiðir frá, at á mangan hátt, minnir e-sportur um at telva:

- Tú skalt vera førur fyri at hugsa taktiskt, strategiskt og tjúgu fet fram.

Hann ger vart við, at e-sportur aðrastaðni mennir sosialumhvørvið, tí leikarir hava góðar umstøður at hittast. Fleiri skúlar og kommunur í Danmark hava nevniliga hølir tøk til e-sport. 

Eisini tykjast útlitini fyri betri umstøðum at vera góð í Føroyum, tí fleiri skúlar hava vent sær til Rúna Johnsen við ynski um at fáa onkran teirra at koma á skúlan at greiða frá um hugtakið, e-sport.

- Vit hava verið á Skúlanum á Fløtum, í Hoyvík og eru eisini bidnir um at koma til Sørvágs, sigur Rúni Winther Johnsen og leggur afturat:

- Summir skúlar ynskja at fáa e-sport sum eina vallærugrein í 9. flokki, ímeðan aðrir ynskja at hava hølir og útgerð tøka til endamálið og soleiðis bjóða e-sport út sum eitt tilboð til næmingarnar eftir skúlatíð.

Higartil hava kappingarnar verið í miðstaðarøkinum, men fleiri av teimum stóru kommununum í landinum hava somuleiðis vent sær til Rúna Winther Johnsen við ynski um at fáa føroysku e-sport fyritøkuna at skipa fyri kappingum har eisini.

Rúni Johnsen sigur, at eftir at hava tosað við nógv foreldur, ið hava skrivað til hansara, merkist tað, at fordómarnir viðvíkjandi e-sport eru minkaðir nógv uppá stutta tíð.

Les eisini: Magni Mohr um e-sport: "Hvar gongur markið?"

Ynskja viðurkenning
E-sportur er viðurkendur sum ítróttargrein í londum sum USA, Kina, Suðurafrika og Suðurkorea, og átti eisini at verið tað í Føroyum, sambært Rúna Winther Johnsen:

- Premier League er farið uppí e-sport, og í Danmark er eitt nú uppskot um at seta pening av á fíggjarlógini til e-sport. Vit vóna, at ÍSF er opið fyri at viðurkenna e-sport sum ítróttargrein, so e-sportur eisini í Føroyum, kann fáa betri sømdir. Vit hava tørv á teirra stuðli, sigur Rúni Winther Johnsen at enda við Dimmalætting. 

Les eisini: ÍSF um e-sport: Vit eru ikki komin til nakra niðurstøðu

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður