Heimatíðindi

AFS Føroyar nógv ávirkað av korona

2020-07-07 16:32 Author image
Katrin Johannessen

 Korona hevur havt stórar avbjóðingar við sær fyri virksemi hjá AFS í Føroyum. Í mars, tá harðast leikaði á, vóru allir skiftisnæmingar kring heimin sendir heim. Hetta umfatar sjálvandi eisini føroyskir næmingar uttanlands og útlendskir næmingar í Føroyum. 

Tey merkja eisini framvegis avleiðingarnar av korona hjá AFS Føroyum. Lond í bæði suður og norður Ameriku eru stongd. Hóast tað fara føroysk ung aftur í ár uttanlands sum skiftisnæmingar. Men er talið á føroyskum ungum, sum fara avstað í summar er lækkað úr næstan 30 niður í umleið 20 higartil. 

- Vanliga fara ung úr Føroyum um allan heim, til lond í millum annað Suðuramerika og Asia, men í ár verður okkara virksemi miðsavna í Evropa, sigur Jens Godik Højen, ið er nevndarformaður í AFS Føroyum. 

Hann gleðist tó um, at virksemi yvirhøvur heldur á, tá hugsað verður um umstøðurnar. 

AFS er ein almannagagnligur felagskapur, ið skipar fyri hjá skiftisnæmingum, bæði sum ferðast úr Føroyum og til Føroya. Føroyingar hava síðan AFS í Danmark varð stovnað í 1957 sent skiftisnæmingar út í heim. Í dag hava AFS Føroyar sítt egna felag, sum tó er partur av AFS Interkultur í Danmark.

-Føroyska deildin er ein sera stór deild innan AFS í Danmark. Vit eru størri enn Keypmannahavn. Vit senda øgiliga nógvar næmingar út í heim. Men tað er heldur verri at finna familjur til næmingar, sum koma her. Tað er harmiligt, sigur Jens Godik Højen. 

Endamálsorðingin hjá AFS er at arbeiða fyri friði við at styrkja um samlagið millum ymisku mentaninar í heiminum og at arbeiða við teimum felags vandamálunum, sum hótta heimssamfelagið. Jens Godik stúrir fyri um hetta arbeiði kann vera trýst.

-Eg eri stúrin fyri hvussu skal gangast hjá AFS í mun til korona farsóttina, tí vit eru kroyst, nú tá lond umkring heimin eru meir stongd enn áður. Men eg eri eisini stúrin um retorikkin, sum hevur verið meir frammi í síðstini, ið ikki altíð er nakað serliga merktur av næstakærleika, sigur Jens Godik Højen. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður