Kjak

Ábyrgdin er politisk

2020-07-09 15:50 Author image
Sveinur Tróndarson

Bústaðarpolitikkur. 

Tað átti at verið so líka til hjá allari politisku skipanini at samtykt ein almennan bústaðarpolitikk, men kortini tykist tað vera rættiliga torført at fáa ein slíkan samtyktan.

Orsøkin er ikki, at talan er um ein ósjónligan trupulleika, tí alt tað fólk vita um, hevur tað verið ein ávís bústaðarneyð í landinum.

Serliga í høvuðsstaðnum, tí har hava prísirnir altíð verið hægri og eftirspurningurin eftir bústøðum størri, men, serliga hesi seinnu árini, hevur fyribrigdið eisini gjørt seg galdandi í restini av landinum. Millum annað, tí tað við tíðini er vorðið truplari at fáa fígging til at byggja uttan fyri høvuðsstaðin.

Hyggja vit so eftir, hvat politiska skipanin hevur gjørt fyri at koma trupulleikunum til lívs, so er tað forsvinnandi lítið annað enn at hækka markið fyri, hvussu nógv ein húsaeigari kann leiga út skattafrítt, og at broyta Húsalánsgrunnin til Bústaðir.

Taka vit tað seinna fyrst, so var skil í at gera ta broytingina, sum var gjørd fyri umleið tíggju árum síðan. Við tí góvu myndugleikarnir eina ábending um, at nú fór okkurt at henda á økinum, men so hendi øgiliga lítið afturat.

Vit “rendu” okkum inn í ein hákonjunktur, sum hevði við sær, at tað í hvussu er ikki fór at bera til hjá Bústøðum at byggja nógv, sum kundi leigast út bíligt, og sjálvt um Bústaðir hava roynt at byggja, so stendur byggingin ikki mát við eftirspurningin.

Tí hann veksur so hvørt sum fleiri fólk flyta til, serliga, tá fólk, sum fegin vilja byggja, ikki sleppa tað, antin tí tey ikki fáa fígging ella tí útboðið av grundøkjum ikki er nóg stórt.
Taka vit so tað fyrra, so er lætt at fáa ta fatan, at politiski myndugleikin trýr, at man við man kann loysa bústaðartrotið við skattapolitiskum átøkum. Gamaní kann man økja eitt sindur um útboðið av íbúðum, men tað tykist ófatiliga naivt at vænta, at borgararnir í landinum skulu taka á seg leiklutin at loysa eftirspurningin eftir bústøðum í høvuðsstaðnum.

Fara vit so eitt sindur nærri at politiska landslagnum, so er tað í grundini merkisvert, um vit hyggja eftir nær tey – smáu – búskaparpolitisku stigini eru tikin. Gjarna plagar hetta økið at vera eitt, sum flokkarnir vinstrumegin miðjuna taka sær av, men soleiðis er tað í grundini ikki í Føroyum.

Tað, sum er hent, er faktiskt hent meðan høgraflokkarnir hava sitið.

Kanska er tað orsøkin til, at broytingarnar síggja út sum tær gera, men tú kanst ikki lasta høgraflokkar fyri at føra høgravendan politikk. Hinvegin kanst tú lasta vinstraflokkarnar fyri ikki at gera nakað.

Kanska er hetta órættvíst millum annað móti undanfarnu samgongu, men er tað tó ikki ein sannroynd, at flokkarnir, sum so fegnir vildu samtykkja ein bústaðarpolitikk einki gjørdu?

Sitat:

Kanska er tað orsøkin til, at broytingarnar síggja út sum tær gera, men tú kanst ikki lasta høgraflokkar fyri at føra høgravendan politikk. Hinvegin kanst tú lasta vinstraflokkarnar fyri ikki at gera nakað.

 

 

, at man fær allan tann stóra tørvin at hvørva við at hækka skat

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður