Heimatíðindi

Ábyrgdarblaðstjórin takkar fyri seg

Emil Lisberg Jacobsen (Skíggjamynd: Dagur og vika / KvF)

Emil Lisberg Jacobsen (Skíggjamynd: Dagur og vika / KvF)

2020-02-13 16:31 Author image
Dimmalætting

Tíðindablaðið Dimmalætting skal nú hava nýggjan ábyrgdarblaðstjóra.

Emil Lisberg Jacobsen, sum síðani í fjørsummar hevur verið ábyrgdarblaðstjóri á blaðnum, hevur sagt seg úr starvi og fer úr starvinum 1. apríl.

- Eg hevði mín fyrsta arbeiðsdag á Dimmalætting í august 1995, og nú skjótt 25 ár seinni kenni eg á mær, at um eg skal royna nakað annað, er tíðin nú komin, sigur Emil Lisberg Jacobsen.

Tað hava verið stórar broytingar í føroyska miðlalandslagnum hesi seinastu 25 árini, og eisini Dimmalætting hevur merkt sítt til broytingarnar: Frá at vera Føroya burturav størsta tíðindablað til at fara av knóranum og síðani byrja aftur í minni og øðrvísi líki. Í 2014 var Emil Lisbrg Jacobsen eitt av fýra fyrrverandi starvsfólkum, sum saman við nýggja eigaranum Poul Hansen, sála, tóku stig til at geva Dimmalætting út aftur, eftir at blaðið var farið á húsagang árið fyri.

- Vit á Dimmalætting vilja takka Emil Lisberg Jacobsen fyri tíðina á Dimmalætting og ynskja honum alt tað besta. Vit eru nú farin undir tilgongdina at seta ein nýggjan ábyrgdarblaðstjóra, sigur Kenneth S. Bærendsen, fyrisitingarstjóri á Dimmalætting.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður