Heimatíðindi

Aase gravar fyri bryggjukantinum

Aase gravar fyri bryggjukantinum

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-05-17 14:01 Author image
Ingi Samuelsen

Eitt nýtt flótandi far er komið at liggja út fyri skansabryggjuni har stóra útbyggingin av Tórshavnar havn fer fram.

Talan er um skipið við navninum Aase Madsen, ið hevur ein stóran arbeiðskrana settan á dekkið.

- Uppgávan hjá Aase Madsen er at rudda og grava grøvina niðri á 9 til 19 metra dýpi har bryggjukanturin skal byggjast, greiðir Eyðfinn Lenvig, verkætlanarleiðari hjá J&K Petersen frá.

Talan er um grøvina, har spunsveggurin skal setast niðurá. Eyðfinn Lenvig roknar við, at um einar tríggjar vikur verður farið undir at seta tær fyrstu spunspláturnar niður. Talan er um spunsprofilar, sum eru 20,5 metrar langir og 1,40 breiðir.

- Vit hava keypt stálprofilarnar uttanlands, og teir eru allir komnir til landið. Hetta eru heilt vanligir spunsprofilar, kanska eitt sindur kraftigari, tí teir eru so langir, greiðir Eyðfinn Lenvig frá.

Arbeiðið við havnarútbyggingini gongur eftir ætlan. Nú veðrið er batnað, verður full ferð sett á, so at sum mest fæst frá hondini hetta summarið. Aase Madsen er leigað fram til september mánaða.

Áðrenn veturin brestir á aftur, rokna teir hjá J&K Petersen við at vera lidnir við alla havnarsíðuna út móti fjørðinum. So kunnu teir liggja í lívd innan fyri grótkastið og gera arbeiðið liðugt.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður