Heimatíðindi

9.077 parkeringsbøtur skrivaðar í 2017

9.077 parkeringsbøtur skrivaðar í 2017
2018-01-20 12:05 Author image
Georg L. Petersen

Føroyingar, og serliga tey í Havn, hava ilt við at stilla parkeringsskivuna ella parkera har sum básar loyva parkering. Samanlagt útskrivaðu parkeringsvørðarnir 532 bøtur fleiri í 2017 enn í 2016. Í Klasvík var eingin parkeringsvørður alt 2017, so har sluppu tey undan

Tað regna pengar fyri parkeringsbøtur í danska statskassan úr Føroyum, men avtalan er, at staturin so rindar aftur til kommunurnar tað, sum tað kostar at krevja inn.

Tað er løgreglan, sum lýsir og eftir og setir parkeringsvørðar, sum tó verða løntir av kommununum.

Í 2017 skrivaðu føroyskir parkeringsvørðar 9.077 parkeringsbøtur út. Parkeringsbótin er í dag 200 krónur, so tað komu 1,8 milliónir krónur í kassan av hesum gjøldum.

Fólk ansaðu eitt sindur betur eftir í 2016, tá 8.542 bøtur vórðu skrivaðar, sum góvu 1,7 milliónir krónur í kassan.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður