80 ár og tvísporar á ólavsøku

2016-07-24 16:00 Author image
Jákup Højgaard

Sum trettan ára gamal var Svenning Reinert fyrstu ferð til kappríðing á ólavsøku. Síðani hevur hann luttikið hvørt ár og í 2014 bleiv hann heiðraður av ÍSF og Tórshavnar Býráð fyri góða og trúgva tænastu innan ítróttina. Hesa ólavsøkuna ríður hann sína 65. ólavsøkukappríðing, 80 ára gamal. 

- Ólavsøkukappríðingin er nakað heilt serligt. Eg svari fyri meg, tá eg sigi, at tað er ein stór løta tá kappríðingin er, men eg ivist ikki í, at onkur annar heldur tað sama. Kappróður er tjóðarítróttur Føroya, men eg vil siga, at kappríðingin er nærum líka nær. 

- Teir reyðu selarnir, teir eru kennimerkið hjá mær og hava oftani bori mær eydnu. Eg brúki teir bara til kappríðing, tí eg haldi teir eru einir eydnuselar. Man kann ikki fáa eydnu hvørja ferð, og fyri tað skal man ikki gevast. Tað ræður um at verða ein góður ítróttarmaður og ikki gevast fyri tað um man tapir, tí uttan ein tapara kann eingin vinnari verða. Tað er gleðin við at luttaka og kunna stuðla sínum felagið sum hevur týdning. 


Í nýggjastu Dimmalætting ber til at lesa meira um Svenning Reinert - um hansara fyrsta heiðursmerki, um at blíva heiðraður og at ríða kapp sum 80 ára gamal.

    

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður