Hvar ganga mørkini hjá eini kvinnu?

2017-02-20 11:56 Author image
Sigmund Vang

Kvinnudagin 8. mars skipar Norðurlandahúsið fyri enn einum øðrvísi kvinnudagstiltaki við einari øðrvísi framførslu, sum setir nakrar spurningar, sum vit kanska ikki eru so von við at skula hugsa um her í Føroyum, boðar Norðurlandahúsið frá í skrivi sent miðlunum.

Collateral Damage er ein palllistasýning um hvussu innrás verður gjørd á kvinnukroppin í stríðum, sum snúgva seg um alt frá vakurleika og móta til átrúnað, mentan og kríggj. Møður bera børn fyri tjóðina, neyðtøka verður brúkt í hernaðarætlanum, og kroppar verða skornir í navni vakurleikans.

Við sýningini vevur eysturríkska-norska duoin ROHN/WÆRSTED avbjóðandi træðrir millum tjóðir og vakurleika, kríggj og stuttleika, plastikk-skurðfrøði og samleika. Sýningin liggur á markinum millum dans, sjónleik, visuella list og kynsgransking.

Eftir sýningina verður pallborðsfundur, har prátað verður um kroppin sum subjekt í mun til objekt, rættindi, sjálvsvirði, og løstan í mun til fríðkan. Hugt verður at hvussu støðan hjá føroysku kvinnuni er í mun til umheimin, og hvussu kropsfatanin hjá henni er.

Í pallborðinum verða m.a. listakvinnurnar ROHN/WÆRSTED, Katrin Kallsberg, lækni við sergrein í kvinnusjúkum og burðarhjálp, Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Siri Sørensen, samfelagsfrøðingur og blaðstjóri og umboð fyri varkuleikaídnaðin. Orðstýrari verður Solveig Hanusardóttir Olsen, cand.mag. í religiónssøgu og MA í listasøgu. Solveig starvast sum fyristøðufólk á Listasavni Føroya og hevur stóran áhuga fyri javnrættindum, kynsfatan og umboðan.

Collateral Damage verður í Skálanum í Nirðurlandahúsinum kvinnudagin mikudagin 8. mars kl 19.30.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður