Uttanlands

5,7 mió. ára gomul fótaspor funnin á Kreta

5,7 mió. ára gomul fótaspor funnin á Kreta

Mynd: Visualhunt

2017-09-05 12:40 Author image
Turið Nolsøe

Síðan granskarar mitt í 20. øld funnu steinrenningar frá okkara forfedrum í Suður- og Eysturafrika, er Afrika mett at vera menniskjans vøgga. Síðan hava granskarar funnið tekin um, at hesi apumenniskju, og teirra eftirkomar, vórðu verandi í Afrika í milliónir av árum, áðrenn tey ferðaðust víðari til Evropa og Asia.

Fótasporini í Trachilos á Kreta, ið verða mett at vera 5,7 mió. ára gomul, bjóða hesum seinna ástøði av.

Granskingarúrslitini eru útgivin í tíðarritinum Proceedings of the Geologists' Association, og kunnu benda á, at menniskjaligu forfedrar okkara eru farnir úr Afrika langt áðrenn áður mett. Granskingin kann verða umstrídd, tá sporini kunnu benda á eina aðra tíðarlinju, fyri hvussu menniskja hevur ment seg og ferðast, enn tann áður viðurkenda. 

Uttan bein og kropsligar steinrenningar er tó ilt at staðfesta hesi úrslit endaliga. Møguliga eru fótasporini frá fornum primatum við líknandi fótskapi sum apumenniskjuni.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður