Heimatíðindi

50.000 bilar í Føroyum um tíggju ár

Jákup Jacobsen hevur verið stjóri á Akstovuni síðani 1997 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jákup Jacobsen hevur verið stjóri á Akstovuni síðani 1997 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-05 11:11 Author image
Leivur Hansen

Føroyska bilparkin er seinastu árini vaksin við umleið 1.500 bilum um árið.

Heldur henda gongdin fram, fer samlaða bilatalið í Føroyum upp um 50.000 um tíggju ár.

– Hetta verður ein stór avbjóðing fyri okkum og politisku skipanina, sum hevur ábyrgdina av okkum, hvussu vit raðfesta hetta í framtíðini, ikki minst í sýnshøpi, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni.

Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at virka fyri størri trygd í ferðsluni.

– Sum støðan er í løtuni klára vit at nøkta tørvin við okkara tilsamans seks rakstrarstøðum kring landið. Men við núverandi gongd verður skjótt neyðugt at byggja út, staðfestir hann.

Hesum er tekniski leiðarin, Búgvi Apol, samdur í.

– Her á høvuðsdeildini við Hoyvíksvegin ber ikki til at byggja út, men høvdu vit fingið eina sýnsstøð til lastbilar og onnur tung akfør á Hjalla ella onkra aðrastaðni, hevði tað lætt munandi um hjá okkum, sigur hann.

Jákup og Búgvi hava starvast í ávikavist 21 og 17 ár á Akstovuni, sum upprunaliga kallaðist Bileftirlitið,


Skiftir navn til Akstovan

– Upprunaliga fevndi virkisøkið hjá Bileftirlitinum, sum varð stovnað í 1960, um at stíla fyri koyriroyndum, fremja akfarstøkniligar kanningar og vera øðrum myndugleikum til hjálpar í ferðslumálum, men í 1996 varð tað munandi víðkað, tá stovnurin yvirtók umsitingina av akfarsskránni og koyrikortskránni frá Føroya Landfúta. Í 2000 yvirtóku vit vegskattaumsitingina frá Føroya Gjaldstovu, og í 2004 varð umsitingin av skrásetingargjøldum yvirtikin frá Toll- og Skattstovu Føroya, greiðir Jákup Jacobsen víðari frá.

Sum úrslit av øktu uppgávunum, broytti stovnurin í 2005 navn til Akstovan, sum í dag eisini leggur høli og fólk til teori- og koyriroyndir og útflýggjar koyrikort.


Skal hava yvirskot

– Vit hava viðskiftafólk um alt landið, so her kemur nógv fólk á gátt hvønn einasta dag í ymsum ørindum umframt til sýn og teori-og koyriroyndir. Harumframt hava vit einar hálvtannaðhundrað uppringingar um dagin, so vit hava úr at gera, sigur stjórin á Akstovuni.

Umframt høvuðsdeildina í Havn, hevur stovnurin eftirlitsdeildir í Klaksvík, Saltangará og Suðuroy. Haraftrat er eitt sýnsstað á Sandi og eitt í Vágum.

Á Akstovuni, sum kostar 14,5 mió. kr. at reka um árið, starvast 23 fólk, svarandi til 20 ársverk.

Akstovan verður fíggjað burturav við brúkaragjøldum, og umvegis fíggjarlógina hevur løgtingið álagt stovninum at hava eitt avlop upp á eina slaka millión krónur um árið, sum landskassin skal hava.

Frá 2000 til 2017 hevur Akstovan flutt landskassanum tilsamans 13,3 mió. kr. í avlopum, upplýsir Jákup Jacobsen.


Bilatalið økist í hvørjum

– Tá eg byrjaði her í 1997, vóru millum 15.000 og 16.000 akfør skrásett í Føroyum. Í dag er talið komið upp á 36.456, sigur stjórin á Akstovuni við einum smíli.

– Nettovøksturin hevur verið umleið 1.500 bilar um árið seinastu árini, so heldur henda gongdin fram, fara vit uppum 50.000 bilar um tíggju ár, leggur hann aftrat.

Akstovan sýnir 12.500 bilar um árið.

– Nýggir bilar verða sýnaðir fyrstu ferð, tá teir eru fýra ára gamlir, og síðani annaðhvørt ár, greiðir Búgvi Apol frá.

Bilarnir verða kannaðir eftir eini fastari mannagongd, har høvuðsdenturin verður lagdur á lyktir, bremsur, stýrigreiðir og undirvognin, serliga við atliti at tering.

– Bilarnir eru vorðnir betri og tryggari við árunum, eins og teir eisini halda munandi longri enn fyrr, sigur Búgvi Apol, sum fegnast um framstig sum tildømis ABS-bremsur, airbag og ávaringarskipanir, ið hjálpa føraranum at reagera.

– Bilarnir verða meira og meira intelligentir, og tað er við til at økja um trygdina í ferðsluni, sigur tekniski leiðarin á Akstovuni.

Búgvi Apol hevur 17 ár á baki sum tekniskur leiðari á Akstovuni (Mynd: Jens Kr. Vang)


Miðalaldurin høgur

Miðalaldurin á bilum í Føroyum er hækkaður úr 7 árum fyri 20 árum síðani til 8,2 ár í dag.

– Tað er nokso høgt, heldur Búgvi Apol.

Tað eru tó framvegis nógvir rættiliga gamlir bilar í landinum, sum eru 20 ár og eldri.

– Umráðandi er, at gamlir bilar verða viðlíkahildnir, so eitt nú bremsurørið ikki rustar og hol kemur á, leggur tekniski leiðarin dent á.

– Tað er tó øgiliga sjáldan, at bilurin er orsøkin til óhapp. Talan er í flestu førum um menniskjanslig mistøk, sigur hann.

Hvat eru vanligastu brekini, tit koma fram á, tá tit sýna bilar?

– Lyktafeilir standa fyri meira enn helvtini av feilunum, men bremsufeilirnir eru eisini nógvir, 40%.

Feilir í akslum og hjólum standa fyri 34%, í stýrigreiðunum 15%  og tering 5-10%. Á triðjahvørjum bili eru dekkini ikki í lagi, tíverri.


Sakna koyribreyt

Í mong ár hevur við jøvnum millumbilum verið tosað um at útvega eina koyritekniska breyt – eisini nevnd hálkubreyt – til tess at bøta um koyriførleikarnar hjá bilførarum og harvið skapa størri trygd í ferðsluni, men higartil til fánýtis.

Á Akstovuni stendur hetta ynskið framvegis ovarlaga á breddanum, tí stórur saknur er á einari tílíkari breyt.

– Tað hava ongantíð verið betri møguleikar enn nú at fremja hesa ætlan í verki, nú kjakast verður um, hvat grótið úr undirsjóvartunlunum skal brúkast til.

– Sjálvandi skuldi tað verið brúkt til eina so týdningarmikla og neyðuga breyt sum hesa, eru Jákup Jacobsen og Búgvi Apol á einum máli um.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður