Fimm ár síðani Utøya

2016-07-22 11:03 Author image
Jákup Højgaard

Í dag eru tað fimm ár síðani sorgerleikin á norsku oynni Utøya. Tað var norska ungmannafelagið Arbeidernes Ungdomsfylking, AUF, sum skipaði fyri legu á oynni, tá ið tann høgravíðgongdi Anders Breivik fór út á oynna við skotvápnum og skjeyt skeyt frá hond. Tilsamans doyðu 77 fólk á Utøya og í bumbuálopinum í Oslo.

Kring norðurlond eru minningarhald fyri teimum, sum lótu lív í Noregi tann 22. juli 2011. Eisini í Føroyum er minningarhald í dag. Ungmannafelagið Sosialistisk Ung, sum er systirfelag AUF, skipar aftur í ár fyri minningarhaldi. Til tiltakið, sum verður á Speakers Corner í miðbýnum í Havn, fara fyrrverandi SUarar sum Rigmor Dam og Erhard Petersen at halda røðu. Rani Nolsøe fer at spæla nøkur løg. 

Høvi verður eisini at tendra ljós fyri teimum, sum lótu lív á Utøya hendan dagin fyri fimm árum síðani. 

Tiltakið byrjar klokkan 18. 

    

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður