Heimatíðindi

4 mió kr í stuðli møguliga ov lítið til ÍSF

Jens Kr. Vang (foto)

Jens Kr. Vang (foto)

2020-07-13 09:44 Author image
Katrin Johannessen

ÍSF gjørdi eina uppgerð í vár við tølum frá føroysku ítróttarfeløgnum. Sambært hesi uppgerðini verður mett, at ítróttarfeløgini hava mist umleið átta mió kr í inntøkum orsakað av korona. 

Løgtingið hevur sett fýra mió kr av í stuðli til ítróttarfeløgini. Sambært reglugerðini hjá ÍSF skal 75% av missinum hjá ítróttarfeløgunum endurgjaldast. Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttarfelagnum fyri 2018 og 2019. Tó er hægsta stuðulsupphæddin 250.000 kr og lægsta 20.000. 

Hetta vil tó siga, at um metingin á átta mió kr í missi er røtt, so fer at mangla peningur at lata í stuðli. 

-Vit í ÍSF eru sjálvandi glað fyri, at landið yvirhøvur hevur játtað hesar pengarnar. Vit vóna, at av tí at korona avleiðingarnar ikki vóru so umfatandi, sum kanska áður vænta, at inntøku missurin fer at vera lægri enn tær áðurmettu átta milliónirnar, sigur Petur Mittún aðalskrivari hjá ÍSF.

Ítróttarfeløgini hava nú møguleika at søkja um stuðul fyri mistar inntøkur í samband við tiltøk, ið eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini av COVID-19 tíðarskeiðið 12. mars til 30. juni 2020. Freistin at søkja er 31. august 2020.

Ítróttarfeløgini kunnu vænta at fáa stuðulin, um hann altso er játtaður, einferð í september mánaða. ÍSF fer at arbeiða eftir reglugerðini og um tørvurin á stuðli er hægri enn fýra mió kr, so má tað takast upp aftur við politisku skipanini til ta tíð.

-Tað hevði kanska verið lættari um sagt var av fyrstani tíð, at 75% av missinum var játtaður sambært reglugerðini, í staðin fyri at oyramerkja 4 mió. Men vit ganga útfra, at um pengingur vantar, so fer politiska skipanin at viðtaka meir í stuðli. Vit noyðast bara at taka tað, sum tað kemur, sigur Petur Mittún.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður