395 føroyingar á Teen Street í ár

395 føroyingar á Teen Street í ár

2017-07-27 09:20 Author image
Innsent

Í dag fara ikki færri enn 395 føroyingar við Atlantic Airways beinleiðis úr Føroyum til Týsklands á Teen-Street legu í Suður-Týska býnum Offenburg. Av hesum eru 249 tannáringar frá 13 – 17 ár, og 130 vaksin, sum skula hjálpa til á ymiskum arbeiðsøkjum.

Leiðslan fyri Teen-Street hevur sent út eitt tíðindaskriv, har boðað verður frá, at foreldur, samkomuleiðarar, vinfólk ella kenningar eru vælkomin at vitja á Teen-Street. Vitjunartíðin er hvønn dag frá kl.08:30 til 22:30 Vitjandi gjalda eitt ávíst gjald, sum liggur millum 70,00 og 150,00 krónur, treytað av nær á degnum ein vitjar. Tá er døgurði og nátturði íroknað, og vitjandi eru vælkomin at vera við til øll felagstiltøk uttan meirkostna. Møguleiki er at parkera bilin tætt við Teen-Street økið.

Trygdin á Teen-Street er í hásæti. Foreldur og onnur spyrja um hvussu tað er við trygdini við atliti til yvirgangsatsóknirnar í Europa í seinastuni. Til hetta sigur leiðslan í Teen-Street, at eitt trygdartoymið er knýtt til leguna, sum tekur sær av trygdini burturav. Tað er ein væl útbúgvin trygdarløgreglumaður, sum hevur leiðsluna um hendi, sum eisini samstarvar við myndugleikarnar og løgregluna í býnum. 

Legan endar týsdagin 01. august, og flogið verður við tveimum flogførum beinleiðis til Føroyar týsdagin 01. august ávíkavist kl. 06:50 og kl.14:20 Flogtíðin  er 3 tímar.

Upplýsingar um addressuna hjá Teen-Street er at síggja á OM.FO. Um ein ynskir at koma í samband við Teen-Street er ein vælkomin at ringja til Elisabeth Christiansen, tlf: 224010 - Margareth Djurhuus, tlf: 548104 - Randi Hansen, tlf: 581224 ella Símun Jóanesarson Hansen, tlf: 734040 Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna: teenstreet.fo

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður