Heimatíðindi

38 hava sett seg á bíðilista til grundstykki á Strondum

38 hava sett seg á bíðilista til grundstykki á Strondum

Tað er sjáldsama frítt útsýni frá økinum við Hálsatjørn og suður gjøgnum Tangafjørð og Nólsoyarfjørð (Mynd: sjovarkommuna.fo)

2018-08-02 10:36 Author image
Ingi Samuelsen

Um tvey ár nærkast væntandi dagurin, tá koyrandi verður gjøgnum Skálafjarðartunnilin millum havnina og antin Strendur ella Rókina. Hetta er helst eisini orsøkin til, at áhugin at byggja á Strondum er óvanliga stórur.

Arbeiðið hjá Sjóvar kommunu at gera heili 52 grundstykki byggibúgvin, gongur sum ætlað, og longu nú hava 38 sett seg á bíðilistan, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Arbeiðið gongur eftir tíðarætlanini, og til árslok vera tey fyrstu grundstykkini klár. Talan er um tvær útstykkingar, 10 grundstykki á Fríðufløtum og 42 við Hálsatjørn.

23. august skipar Sjóvar kommuna fyri kunningarfundi um hesar báðar útstykkingarnar. Fundurin er fyri tey, sum eru á listanum til eitt grundstykki í Sjóvar kommunu.

Á fundinum verður kunnað um arbeiðið við útstykkingunum og um byggisamtyktirnar fyri bæði økini, umframt at kunnað verður um mannagongdina, tá fólk skulu velja sær eitt grundstykki.

Á kommunustýrisfundi í mai mánaði í fjør varð samtykt at gera ein tilmeldingarlista til grundstykkini við Hálsatjørn og á Fríðufløtum og fyri einum ári síðani var alment lutakast fyri tey 28, ið høvdu sett seg á listan.

Tá greitt var hvussu stórur áhugin var, avgjørdi kommunustýrið, at gerast skuldu 52 grundstykki, 10 á Fríðufløtum og 42 við Hálsatjørn.

Tað er byggifelagið Kreton, sum ger arbeiðið, og avtalan við byggifelagið sigur at útstykkingin á Fríðufløtum skal vera liðug í ár. Útstykkingin kallað Hálsatjørn norður (suður til rundkoyringina) verður liðug komandi vár, og Hálsatjørn suður verður liðug áðrenn árslok næsta ár.

Eftir fundin 23. august fáa tey fremstu á bíðilistanum boð um at koma og velja sær grundstykki, skrivar sjovarkommuna.fo. Tilmeldingarlistin stendur enn opin, men kommunan krevur eitt tilmeldingargjald á 30.000 krónur fyri at koma á listan.


Nýggja útstykkingin við Hálsatjørn er sunnast í bygdini, út móti Raktanga (Mynd: Sjóvar kommuna)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður