25 ára gamla Sólvá er yvirmaður hjá Maersk

Mynd: Privat

25 ára gamla Sólvá er yvirmaður hjá Maersk

2017-11-12 18:48 Author image
Leif Láadal

Tá Sólvá Túná Rúnadóttir úr Froðba var liðug sum studentur í 2013, fóru vinkonurnar út at fjakka, men hetta við ikki at vita, hvar tú skalt sova í næstu viku, var ikki akkurát nakað fyri Sólvá. Hon valdi tí heldur at fylgja sínum áhuga fyri sjólívinum og fór við skúlaskipinum Danmark. Fyri nøkrum døgum síðani fekk hon so, sum 25 ára gomul, prógv sum skipsførari.

Tað var 3. november í ár, at Sólvá fekk prógv sum skipsførari á navigatónsskúlanum í Svendborg, sum nú er partur av SIMAC (Svendborg International Maritime Academy). Av 17 skipsførarum vóru fýra kvinnur. Tó, at ein stórur meiriluti framvegis eru menn, tá tað snýr seg um navigatørar og maskinfólk, so gerst tað meira og meira vanligt at síggja kvinnur á brúnni, og einstakar í maskinuni við.

Sólvá hevur tikið útbúgving sína sum "kadettur" gjøgnum reiðaríið Maersk – tað sum eisini verður rópt "aspirantur". Hetta merkir millum annað, at hon eftir lokna útbúgving er tryggjað 12 mánaða siglingstíð sum stýrimaður á Maersk-skipi. Hon hevur nú ein junior-sáttmála, sum tað eitur.

– Tá eg so havi fingið 12 mánaðir siglingstíð, skulu tey eftirmeta mínar førleikar og út frá marknaðinum taka støðu til, um tey hava brúk fyri fleiri navigatørum. So kann tað verða, at eg sleppi at halda fram, um tað er tað eg ynski, og tey altso eru nøgd við meg, fortelur Sólvá.


Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina um Sólvá HER, har hon millum annað greiðir frá, hví hon valdi sjólívið.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður