Svartkjaftakvotan hjá føroyskum skipum í ár er ásett til 215.807 tons, men nú verða 20.000 tons løgd aftur at kvotuni. Hetta kemst av, at rætturin at fiska 20.000 tons av svartkjafti verður seldur á uppboði. Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
Umframt svartkjaft skulu makrelur, sild og toskur um royndaruppboðssøluna, sum so nógv rok stóðst av í løgtinginum. Tilsamans fevnir royndaruppboðssølan um 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 3.000 tons av toski í Barentshavinum, umframt tey 20.000 tonsini av svartkjafti.
Fiskimálaráðið fyrireikar enn kunngerðina, sum skal skipa royndaruppboðssøluna.