17 fólk mist lívið í vetrarstormi í USA

Mynd: epa.eu

17 fólk mist lívið í vetrarstormi í USA

2018-01-05 11:05 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Kuldin í Kanada og norðureysturpartinum av USA er øgiligur hesar dagarnar. Niagara fossurin, ið liggur á markinum millum Kanada og USA er nærum stívfrystur, og eins stívfrystir hávar eru skolaðir upp á strondum í statinum Massachusetts. 

Í Chicago fer kuldin næstan niður í 30 kuldastig. Í New York umleið 16 kuldastig. Tað leggur upp til nógvar vakrar myndir av nógva kavanum og tí stóra vetrarlandslagnum. Men myndirnar eru ikki bert vakrar. Kuldin og stormurin er so øgiligur, at higartil hava 17 fólk mist lívið. Tað upplýsa fleiri útlenskir miðlar.

Í New York og aðrastaðni hava fólk fingið strang boð um, at als ikki fara út fyri dyr, uttan so at tað er lívsneyðugt. Trupulleikin er, at tað eru ikki øll, ið hava nakrar dyr at halda seg innan fyri. Hjá teimum heimleysu stendur sera illa til í hesum kuldanum. Vælgerandi felagsskapir seta nógv inn fyri at royna at hjálpa teimum heimleysu í hesum kuldanum. Millum annað eru settir upp sokallaðir super-køkar, og herberg og kirkjur royna at taka eyka nógv fólk inn, nú standurin er so ringur.

í Chicago arbeiðir felagsskapurin Night Ministry við at veita heimleysum læknahjálp. Ein sjúkrasystir, ið arbeiðir fyri felagsskapin, sigur við miðilin CCTV, at tey mugu kanna tey heimleysu allatíð, tí tey eru í vanda fyri, at gerast so køld, at tey ikki fáa hugsað klárt og ikki skilja støðuna og umstøðurnar ordiligt. 

Umframt neyðina hjá teimum heimleysu í ógvusliga kuldanum, er streymurin eisini farin í túsundatals húsum. Skúlar eru stongdir og fleiri flogfør fáa ikki lent. Í Boston kann roknast við, at umleið 30 sentimetrar av kava fara at fella næstu dagarnir.



placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður