Uttanlands

15 ár síðan Anna Lindh varð myrd

15 ár síðan Anna Lindh varð myrd

Táverandi franski forsetin, Jaques Chirac, heilsar Annu Lindh (Savnsmynd: EPA)

2018-09-11 11:27 Author image
Ingi Samuelsen

Í dag, 11. september, eru 17 ár liðin síðan ógvusliga yvirgangsálopið á New York og Pentagon tá yvirgangsmenn frá Al Quaede rændu fýra flogfør, harav tvey rendu á World Trade Center í New York, eitt í verjuhøvuðsstøðina Pentagon og tað fjórða varð ætlað at renna á húsini hjá kongressini í Washington, men henda royndin miseydnaðist, flogfarið datt niður áðrenn tað náddi fram til amerikanska høvuðsstaðin.

Næstan 3.000 fólk doyðu í álopunum, flest teirra tá tey bæði tornini á World Trade Center rapaðu.

Men 11. september er eisini ársdagurin fyri morðið á 46 ára gamla svenska uttanríkisráðharran, Anna Lindh, ið varð stungin niður í NK keypsskálanum í Stockholm á tvey ára degnum fyri álopið á World Trade Center.

Anna Lindh var sosialdemokratur, og ein av kvinnunum í flokkinum, ið varð mett at hava eina stóra framtíð í svenskum politikki. Í 1994 til 1996 var hon umhvørvisráðharri í stjórnini hjá Ingvar Carlsson, og 7. oktober 1998 útnevndi Göran Persson hana til uttanríkisráðharra.

Seinnapartin 10. september 2003 var hon til handils í NK keypsskálanum í miðbýnum í Stockholm at keypa sær klæði, tá ein ungur maður leyp á hana og stakk hana fleiri ferðir. Hon varð flutt á Karolinska sjúkrahúsið í býnum, men doyði út móti morgni 11. september.

Trettan dagar seinni var álopsmaðurin handtikin. 24 ára gamli Mijailo Mijailovic er sonur eini serbisk hjún, ið fluttu til Svøríkis í sekstiárunum. Fyrst noktaði hann seg sekan, men seinni játtaði hann, og í januar árið eftir varð hann dømdur í fongsul fyri lívstíð. Seinastu árini hevur hann sitið í einum stovni fyri sálarsjúk.

11. september 2001 verður ongantíð gloymdur í USA (Savnsmynd: Reuters)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður