Heimatíðindi

70 ár síðani fólkaatkvøðuna

2016-09-14 10:12 Author image
Sigmund Vang

Tað eru nøkur dato, sum í Føroyum eru kendari enn onnur. Eitt av teimum er 14. september. Sum flestum kunnugt er hetta dagurin, tá fólkaatkvøða um loysing varð hildin í 1946. Dagfestingin hevur eisini verið brúkt politiskt, og millum annað hevði málgagnið hjá Tjóðveldisflokkinum, blaðið 14. september, hetta navn. Tó at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, so er blaðið eitt ár eldri. 14. september kom út frá 1947 til 1994.

Á fólkaatkvøðuni í september 1946 valdi ein lítil meiriluti av teimum, sum atkvøddu, loysing frá Danmark. Men hetta bleiv kortini av ongum. Danska stjórnin vísti á, at ov fáir føroyingar høvdu verið á valið – umleið 2/3 av teimum, sum høvdu atkvøðurætt. Danska stjórnin heitti síðani á Christian tann 10. um upploysa løgtingið, og so varð gjørt. Seinni sama ár, í november, varð aftur hildin fólkaatkvøða um loysing, og tá var meiriluti fyri at varðveita sambandið við Danmark.

Niðanfyri er yvirlit yvir útslitið av valinum 14. september 1946. Yvirlitið er frá Wikipedia.

Fólkaatkvøða skuldi haldast við hesum spurningum:

1. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
2. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?

Atkvøðugreiðslan fór fram á tann hátt, at krossur skuldi setast fyri tað punktið, veljarin ynskti. Tó skal viðmerkjast at fólkafloksmenn, sum ynsktu fleiri punkt at velja millum, heittu á fólk um at skriva nei útfyri punkt eitt, um tey ikki ynsktu tað. Javnaðarmenn somuleiðis viðvíkjandi øðrum punkti.


Sending í kvøld

Kingvarpið vísir í kvøld klokkan 19 sending um fólkaatkvøðuna 14. september 1946, sum Suni Merkistein og Jens Jákup Hansen leggja til rættis. Sendingin ber heitið ”Her er dagur og dimmið er av”. Í sendingini verður millaum annað tosað við Zakarias Wang, Hans Andrias Sølvará, Óli Breckmann, Pól á Kletti og Høgni Mohr.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður