Heimatíðindi

12-15 mánaðar bíðitíð til ADHD-viðgerð

Sverri Egholm (foto)

Sverri Egholm (foto)

2020-07-10 13:31 Author image
Katrin Johannessen

Bíðilistar til sjúkrhúsverkið kunngjørdir
Fyrr í dag vóru fyrstu almennu bíðilistarnir til sjúkrhúsverkið kunngjørdir. Listarnir vísa bíðitíðina millum at ávísingin frá kommunulæknanum er móttikin á sjúkrahúsinum og til sjúklingurin er settur til eina fyrstu viðtalu. Ætlanin er, at listarnir skulu vera við at fremja viðgerðartrygdina og við tíðini tryggja at eingin skal bíða meir enn 30 dagar at fáa viðgerð.

Hetta málið er tó langt frá rokkið sum nú er. Fyri vaksin fólk á bíðilista fyri ADHD-viðgerð er bíðitíðin sambært nýggju tølunum 12-15 mánaðar. Tó skal fyrivarni takast, av tí at stórar óvissur eru í samband við slíkar fyribils metingar.

- Vit seta spurnartekin við um tað kann vera rætt at meta, at bíðitíðin nú er farin niður í 12-15 mánaðar, av tí at tað ikki er so langt síðan at bíðitíðin var upp í 3 ár. So hetta er ikki heilt í trá við hvat vit áður hava upplivað innan økið, sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum.

So seint sum 5. juni í ár vísti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurin í heilsumálum á í svari til skrivligan fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin at av teimum, ið stóðu á bíðilista tá, vóru 24 av teimum ávíst í 201. Eisini vóru 15 ávíst í 2018 og 65 í 2019. Tað vil siga, at tey, sum nú sleppa frammat hava bíðað í upp til 3 ár.

[object Object]

Fleiri útgreinast privat
-Sjálvandi er tað heldur ikki nøktandi, at fólk skulu bíða í 12-15 mánaðar. Fleiri klára ikki at bíða so leingi og fara tí til tað privata at útgreinast, sigur Bjørg Dam

Hon greiðir frá, at trupulleikin við tí er, at tá fáa tey bert heilivág og ikki sálarfrøðisliga hjálp, sum tey annars skulu hava. Tað er jú heldur ikki øll sum hava ráð at fara til tað privata, og tí verða tað tey, sum eru sterkast og við mest miðlum, sum fáa skjótastu hjálpina. Eisini eru summi, sum hava ráð at verða útgreinað, men sum so ikki kunnu gjalda fyri víðari viðgerð so sum heilivág. 

-Vit hava eisini upplivað í ADHD-felagnum at fólk, sum eru útgreinað privat, síðan hava havt trupullieikar at koma inn í almennu heilsuskipanina og fáa tá onga hjálp, sigur Bjørg Dam.

-Tó vil eg siga, at tað er gleðiligt um tað passar, at bíðitíðin kann væntast at vera stytt so mikið nógv, tí tað er sera týdningarmikið fyri fólk við ADHD at fáa staðfest tað og koma í viðgerð skjótast gjørligt, og harvið fáa hægri lívsgóðsku, sigur Bjørg Dam.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður