Uttanlands

1-0 til nasahornið

(Nasahornið í India er ikki at spæla við. Mynd: Shutterstock)

(Nasahornið í India er ikki at spæla við. Mynd: Shutterstock)

2019-04-16 12:00 Author image
Hergeir Staksberg

Í Kaziranga, sum er eitt friðað øki í India, verða fleiri ólógligir veiðumenn skotnir enn nasahorn

Um tú spælir við tankan um at skjóta eitt nasahorn í Kaziranga, so er tað gott at vita, at vaktarfólk á økinum hava loyvi til at skjóta alt og øll sum minnir um ólógliga veiðu.

Motivatiónin fyri at drepa nasahorn eru teirra horn, sum eru nógv verd á svarta marknaðinum. Og hóast taktikkurin hjá stýrinum í Kaziranga er kontroversiellur og aggressivur, so riggar hann. Um vit samanbera úrslitini við ólógligu veiðuna í Afrika, so minkar talið av nasahornum í Afrika, meðan nasahornini stórtrívast í Kaziranga.

Veiðufólkini yvirhála nasahornini
Men, og tað er altíð eitt men, kanska vaktarfólkini í Kazaringa hava verið í so glað fyri at skjóta. Síðani tey fingu loyvi til at skjóta, so vísa tøl frá 2015, at vaktarfólkini hava skotið og dripið 20 fólk sum hava veitt ólógliga. Hetta merkir, at fleiri ólóglig veiðufólk enn nasahorn vórðu dripin í 2015.

[object Object]

(Hesir báðir hava ikki langa livitíð í Kaziranga. Mynd: Shutterstock)

Tá so nógv fólk verða skotin, so er tað ringt at sleppa undan kritikki. Hetta er eisini galdandi fyri djóraverndina í Kaziranga. Kritikkurin skal síggjast í ljósinum av, at hættirnir at verja náttúru og djóralív eru blivnir munandi meir aggressivir. Ein orsøk til at vaktarfólk eru blivin meir aggressiv kann vera, at vaktarfólkini eru vard av lógini.

Stýrið í Kaziranga svarar kritikkinum
Vaktarfólkið, sum hevur ábyrgdina av at verja nasahornini í Kaziranga, hevur altíð verið í militerklæðum. Hesi somu vaktarfólkini hava eisini loyvi til at ganga við skotvápnum og føra eina rættarsak. Og tað seinasta nýggja er, at nú hava vaktirnir eisini fingið dronur at brúka móti ólógligari veiðu.

Sambært stýrinum í Kaziranga, so er argumentið fyri at herða kríggið móti ólógligari veiðu, at eftirspurningurin eftir nasarhornum er vaksandi á svarta marknaðinum. Stýrið í Kaziranga sigur somuleiðis, at ólógligu felagskapirnir innan ólógliga veiðu eru blivnir meir sofistikeraðir, so um mann ynskir at verja nasahornini, so krevur tað, at mann altíð er eitt fet frammanfyri veiðumenninir.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður