Heimatíðindi

- Vit áttu at verið heimsmeistarar í burðardygd – men eru tað ikki

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-05-24 14:20 Author image
Ingi Samuelsen

- Alt virksemi, sum gongur fyri seg í Føroyum byggir á okkara náttúru. Inntøkurnar frá fiskivinnuni, alivinnuni og ferðavinnuni er har, tí hon tekur støði í okkara náttúru. Vit áttu tí at verið heimsmeistarar í buðrardygd, men tað eru vit ikki.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, heldur, at tað er ein stórur trupulleiki fyri okkum sum ferðamannaland, at vit ikki hava eina dagførda náttúrulóggávu í Føroyum.

- Tað er alneyðugt, at okkara ferðamannavinna – og vinna yvirhøvur – er burðardygg. Men so mugu vit hava eitt lóggávugrundarlag, sum sigur okkum hvat vit kunnu og hvat vit ikki kunnu viðvíkjandi okkara náttúru.

- Hetta er eitt paradoks. Í ferðamannavinnuni er tað ein trupulleiki, at galdandi náttúrulóggávu er frá eini aðrari tíð, og stórt sæð tekur útgangsstøði í torvskurði. Her má ein dagføring til, heldur Guðrið Højgaard.

Hvar kunnu vit ganga?
Hon sipar millum annað til hvussu ferðafólk fáa møguleika fyri at ferðast í náttúruni. Her er talan um óskipað virksemi, bygd á aldargamlar siðvenjur og ikki á eina lóggávu, sum er lagað til tíðina, sum vit liva í.

- Tað er neyðugt, at staðfesta hvat vit kunnu og hvat ikki kunnu. Í dag eru summir bøndur ella festarar, sum einki hava ímóti at almenningurin vitjar teirra haga ella fjallatind, meðan tað eru aðrir, sum ikki vilja hava tað, og eisini hevja sín rætt til at sýta fólki at fara inn í teirra haga.

- Vit uppliva eisini, at knappliga er tað ein festari, sum krevur pengar – rættiliga nógvar pengar – pr. fólk, sum er við í einum ferðalagi. Slík krøv eru komin frá degi til dags uttan ávaringar. Slíkt er ikki mennandi fyri ferðavinnuna, heldur stjórin í Visit Faroe Islands.

Stór vinna – 600 í arbeiði
Í framløgu síni á Responsible Tourism-ráðstevnuni í Kongshøll í dag vísti Guðrið Højgaard á, at beinleiðis ferðavinnan í løtuni stendur fyri 600 milliónir krónur í umsetningi, og skaffar arbeiði til 600 fólk, og er tí ein tíðandi partur av búskaparliga grundarlagnum í landinum.

Men høvuðsboðskapur hennara er, at tann viðgongdin, sum ferðavinnan upplivir í dag, byggir á áhaldandi marknaðarføringsarbeiði.

- Vit skulu ikki trúgva, at tey 100.000 ferðafólkini, sum vitja Føroyar árliga í løtuni, koma av sær sjálvum. Gevast vit at marknaðarføra, fáa útlendskar journalistar at skriva um Føroyar og bloggarar at leggja myndir út frá Føroyum, so dalar áhugin, tí vit hava stóra kapping frá øðrum ferðamannamálum.

- Tað serliga við okkum, í mun til Ísland, til dømis, er, at fólk skulu velja okkum. Tað er ikki møguligt, til dømis, at støðga á hjá okkum á eini ferð millum Evropa og Norðuramerika, sum tað ger í Íslandi. Tí er tað heldur ikki rímiligt at sammeta okkara ferðavinnu við ta íslendsku, heldur Guðrið Højgaard.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður