Heimatíðindi

- Tað er ikki í lagi at fremja sálarligan harðskap

Høgni Hoydal floksformaður fyri Tjóðveldi. Mynd: Jens Kristian Vang

Høgni Hoydal floksformaður fyri Tjóðveldi. Mynd: Jens Kristian Vang

2019-07-24 13:23 Author image
Hergeir Staksberg

Í samband við eina greinarøð um sálarligan harðskap, hava vit spurt politisku flokkarnar í Føroyum, um revsingin fyri sálarligan harðskap eigur at javnsetast við likamligan harðskap

Les svarið hjá Tjóðveldi niðanfyri:

- Tjóðveldi heldur, at vit eiga at fáa eina lóg um sálarligan harðskap. Tað er ikki í lagi at fremja sálarligan harðskap í móti nøkrum. Og ein tílík lóg fer at merkja, at harðskapur í nærsambondum verður revsiverdur.

- Ein slík lóg javnsetir sálarligan harðskap við kropsligan harðskap, og lógin fer at veita teimum, ið eru fyri hesum harðskapi, somu rættarstøðu sum, tey hava, ið eru fyri kropsligum harðskapi.

- Er tildømis ein kvinna úti fyri slíkum harðskapi, so kann hon søkja um tilhald. Hetta merkir, at maðurin ikki hevur loyvi til at nærkast ella seta seg í samband við kvinnuna á nakran hátt. Er maðurin bangin fyri løgreglu og virðir lógir, so er tilhald gott. Men hinvegin, virðir maðurin ikki lógina, sum fleiri dømi eru um, so hevur lógin um tilhald onga effekt, og kvinnan má liva í ræðsluni.

- Eini lóg um sálarligan harðskap fer at fyribyrgja hesum slagi av harðskapi, og hon fer at stuðla teimum kvinnum og monnum, ið eru fyri hesum ræðuliga veruleika.

- Slíkari lóg fer Tjóðveldi at arbeiða fyri á tingi.

Sostatt vilja Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi arbeiða fyri eini lóg, sum javnsetur kropsligan- og sálarligan harðskap.

Les um føroysku Helenu, sum upplivdi sálarligan harðskap í 8 ár HER 

Les um eyðkennini hjá mannfólki, sum fremja harðskap HER

Les um 370 fráboðanir um sálarligan harðskap í 2018 HER

Les um, at kvinnur sum flyta til Føroyar eru oftari úti fyri harðskapi HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður