Heimatíðindi

- Tað er eingin, sum doyr einsamallur

Mynd: LS.fo

Mynd: LS.fo

2020-03-24 12:20 Author image
Bryndis Hjartardóttir

 - Tað er ein keðilig støða, vit eru komin í, men vit eru noydd at verja okkum so, at vit framvegis kunnu ansa eftir teimum, sum blíva sjúk.

Soleiðis sigur Gunnvá Guttesen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Medisinska deplinum, nú vitjanartíðir á Landssjúkrahúsinum eru strikaðar fyri at verja um smittuvandan av korona. Hetta hevur vakt ótta hjá fleiri avvarandi, sum hava fólk at sær, sum liggja til tað síðsta.

Sum nú er ber ikki til at vitja sjúklingar, sum liggja á sjúkrahúsinum. Hetta er eisini galdandi fyri øll eldrasambýli, og onnur búpláss við serliga útsettum búfólki. Bæði fyri at verja tey, sum eru í vandabólkinum, og fyri at verja starvsfólkini. Í Degi & Viku herfyri var ein, sum óttaðist fylgjurnar, sum strikaða vitjunartíðin fór at hava fyri mammu sína, sum hevur Alzheimer. Fleiri hava eisini óttast fyri, at tey ikki fóru at sleppa at siga sínum nærmastu farvæl, og at fólk fóru at liggja einsamøll teirra síðstu løtu.

Men tað er eingin, sum kemur at doyggja einsamallur, vissar Gunnvá Guttesen um.

- Tað er eingin, sum doyr einsamallur og í fall, at eingin avvarandi er hjá, so er tað soleiðis, at starvsfólk eru hjá og traðka til í hesu støðu. Men eg skilji væl óttan, sum man situr við sum familja og avvarandi.

Á Landssjúkrahúsinum hava tey hert reglurnar fyri vitjandi soleiðis, at eingin óneyðug ferðsla, sum ger smittuvandan størri, er á deildunum. Umframt at verja tey sjúku, er hetta eisini fyri at verja starvsfólkini og fyribyrgja, at bólkar av starvsfólkum noyðast í sóttverju. Vit hava sæð, hvussu nógv skal umskipast, tá ið bert eitt starvsfólk fær smittuna.

- Tað er ikki so, at doyggjandi sjúklingar doyggja einsamallir inni á sjúkrahúsinum, tað haldi eg, at eg kann skriva undir uppá. Tað er ikki tað vit vilja við hesum. Heldur er tað, at vit royna at stramma upp um, at smittuberarar ikki koma inn á deildina, tí tey kunnu jú vera sjúk uttan at vita, at tey eru sjúk. Tað ljóðar eitt sindur umvent, tá ið man er á einum sjúkrahúsi og skal ansa eftir, at eingin sjúkur kemur inn.

- Í slíkum støðum sleppa tey avvarandi at koma inn til sjúklingin, men tað er sjálvandi avmarkað og undir ávísum treytum. Millum annað, at tey ikki hava sjúkueyðkenni og bert koma inn tvey í senn. Tað er tíverri ein vandi við tí og tað er at tey, sum eru forkølað ella føla seg illa, tíverri ikki sleppa inn.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður