Heimatíðindi

- Orsøkin er fyrst av øllum ónøgd við sitandi samgongu

(Mynd: Jens Kr. Vang

(Mynd: Jens Kr. Vang

2018-10-05 13:54 Author image
Ingi Samuelsen

- Hetta sær sera gott út. Nú skulu vit altíð ansa eftir at taka veljarakanningar við fyrivarni, men her er ein greiður tendensur fyri okkara viðkomandi, og tendensurin er, at vit fáa alsamt størri undirtøku.

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins er rættiliga ovfarin av góða úrslitinum í veljarakanningini, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið.

Fólkaflokkurin stendur til at fáa 27,5 prosent, og so stórur hevur flokkurin ikki verið í nýggjari tíð. Undir krígnum lá flokkurin eitt skifti kring helmingin av atkvøðunum, men politiska landslagið tá kann ikki samanberast við nú.

Besta valið hjá Fólkaflokkinum seinastu 40 árini var í 1988, tá flokkurin fekk yvir 23 prosent og 8 tingfólk, og so til næstseinasta val, í 2011, tá Fólkaflokkurin fekk 22,7 prosent og somuleiðis 8 fólk.

Nú stendur flokkurin til 27,5 prosent og 9 tingfólk.

- Hóast endaliga úrslitið helst ikki verður so gott, so frøir tað meg, at vit hava framgongd. Orsøkin er sjálvandi fyrst og fremst ónøgd við sitandi samgongu. Men eg haldi eisini, at tað kann hava ávirkað veljaran, at vit í seinastuni hava lagt fram fleiri ítøkilig uppskot fyri ting, og hava víst á alternativar loysnir heldur enn bara at havast at sitandi stýri, sigur Jørgen Niclasen.

Fegnast um persónliga undirtøku
Hinvegin eru tendensurin ikki líka greiður, tá veljarin verður spurdur um møgulig løgmanseni eftir eitt komandi løgtingsval. Hóast Fólkaflokkurin 27,5 prosent ætla av velja Fólkaflokkin, so eru tað bert 16 prosent, sum ynskja Jørgen Niclasen til løgmann.

Men hetta ørkymlar als ikki Fólkafloksformannin.

- Hetta er fantastiska gott. Tú skalt minnast til, at á undanfarnum líknandi kanningum hevur tað bert verið tvey til trý prosent á veljarunum, sum hava peikað á meg til løgmann, og tí eri eg heilt ovfarin av, at hetta talið nú er komið upp á 16 prosent, sigur Jørgen Niclasen.

Meira leggur hann ikki í hesa kanning, tí tað plagar altíð at vera so, sitandi løgmaður stendur seg væl í slíkum kanningum.

Les eisini: Fólkaflokkurin rennur frá hinum flokkunum 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður