Heimatíðindi

- Órógv í flokkinum ávirkar kanningina

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-05 15:58 Author image
Ingi Samuelsen

Hevði val verið hildið í dag, so hevði Javnaðarflokkurin mist tveir tingsessir, og var farin aftur við 6,4 prosentstigum í mun til løgtingsvalið í 2015.

Tað vísir veljarakanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. Kanningin varð gjørd í gjárkvøldið í tíðarskeiðinum millum klokkan 7 og 8 á kvøldið.

Tølini hjá Javnaðarflokkinum hóva illani Aksel V. Johannessen, løgmanni.

- Kanningarnar vísa, at vit missa undirtøku millum veljarar, og tað harmar meg. Tá tað er sagt, so eri eg nøgdur við tað, sum vit hava fingið á skaftið higartil í valskeiðinum, tí vit hava fingið nógv góð javnaðaruppskot ígjøgnum.

- Eg rokni við, at tað er stóra rumblið innanfloks, sum er orsøkin til at veljarin vendir sær frá Javnaðarflokkinum í løtuni, sigur Aksel V. Johannessen, løgmaður.

- Uppgávan hjá mær hetta og fram til valið er tí at royna at skapa í frið í flokkinum, so fáa vit vónandi vent tølunum, leggur løgmaður afturat.

Aksel V. Johannessen fegnast sjálvandi eisini um, at tað eru heili 28,5 posent av teimum, sum hava svarað, ið ynskja at hann skal halda fram sum løgmaður.

- Uttan at leggja ov nógv í hetta úrslitið, so kundi hetta bent á, at vit eru á góðari leið við okkara politikkki, men at tað er ófriðurin í flokkurin, sum er orsøkin til afturgongdina. 

Les eisini: Fólkaflokkurin rennur frá hinum flokkunum

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður