Kjak

Oddagrein: Er kósin tann rætta?

2020-03-27 09:30 Author image
Sveinur Tróndarson

Tann fyrsti stóri skelkurin eftir ta seinastu hóttanina móti teimum góðu tíðunum, sum vit hava notið so gott av, hevur nú lagt seg, og fólk hava enn einaferð staðfest, at trøini vaksa framvegis ikki inn í himmalin. Dómadagsprofetarnir hava í longri tíð sagt, at okkurt fór at steðga uppsvinginum, og nógvar gitingar hava verið frammi um, hvør ólukka tað mundi fara at vera.

Men neyvan nakar mundi hava nakra hóming av, at henda nýggja smittan skuldi vera tað, sum skuldi leggja forðingar fyri okkara samfelag.

Men tað var akkurát tað sum hendi, tá koronasmittan varð staðfest í Føroyum fyri umleið trimum vikum síðan.

Tað er kanska einki at siga til, at landsmyndugleikarnir reageraðu sum teir gjørdu. Hava teir bara fylgt eitt pinkalítið sindur við í kjakinum, so var greitt, at fólk vóru óttafull um tað sum var á veg, tí søgurnar, serliga tær úr Italia, og eisini tær úr Kina, vóru øgiligar.

Tað er einki at ivast í, at okkara heilsumyndugleikar, og ikki minst heilsustarvsfólkini, hava gjørt eitt framúrskarandi gott arbeiði fyri at halda smittutølunum niðri. Tað gevur okkum eina vón um, at hetta tíðarskeiðið við minni – ella ongari – ferð, kann gerast so stutt sum á nakran hátt møguligt.

Tí, tað gongur út yvir búskapin, um vit framvegis halda fast í henda stongsulin. Tað rakar nógv fólk og nógvar fyritøkur, og tað fer tað at raka, sjálvt um vit linka treytirnar. Men fólk mugu sleppa í gongd aftur á ein ella annan hátt, ella mugu tey fáa ordiliga hjálp. Tað er tað, sum Johnny í Grótinum rør framundir í blaðnum í dag.

Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum er sannførdur um, at føroyska samfelagið hevur ráð til ein kreppupakka, sum veruliga munar. Og hann er ikki einsamallur um hesa áskoðan. Tað síggja vit, um vit hyggja eftir, hvussu tey gera í okkara grannalondum.

Í grundini er tað eitt sindur løgið.

Í nógv ár hava vit hoyrt búskaparligu ráðgevingina tala ímóti at føra ein konjunkturviðgangandi politikk. Orsøkin var, at man setti enn meira ferð á búskapin, sum koyrdi við fullari ferð frammanundan. Tí var tað óneyðugt at skumpa meira undir hann.

Nú er tað nógv sum bendir á, at tað kann gerast neyðugt at gera nøkur tiltøk, so búskapurin ikki heilt missir ferðina. Millum annað tí átti politiska skipanin nú at fyrireika tiltøk og uppgávur, sum kanska liggja á láni, so tað kann vera við til at tryggja, at búskapurin ikki steðgar upp.

Tað hevði verið ein stór hjálp.

ST

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður