Heimatíðindi

- Objektivu fortreytirnar draga tey ungu til Føroyar

Mynd: Jens Kristian Vang

Mynd: Jens Kristian Vang

2018-07-17 20:22 Author image
Ruth Winther Poulsen

Hagstovan legði í gjár grein út á heimasíðuna, sum segði, at talið á ungum, sum flyta til Føroyar er vaksandi.

Tað er ikki ein óvantað hending, men tað, at broytingin er so stór, er óvantað, sigur Hans Pauli Strøm, sociologur, sum arbeiðir á Hagstovuni.

Í greinini á frá Hagstovuni vístu tey á, at tað í árunum 2003-2014 hevur verið ein støðug minking í ungum, sum flyta til Føroyar, meðan talið á teimum eldru var støðugt vaksandi.

Men nú er vend komið í. Síðani 2013-14 er talið á teimum ungu, sum flyta til Føroyar vaksið upp um tey eldru.

- Tað er í høvuðsheitum føroyingar, sum fyrr eru flutt úr Føroyum, sum flyta heimaftur. Samstundis eru tað færri ung, sum flyta av landinum, sigur Hans Pauli Strøm.

Hann sigur víðari, at tað eru nógvar orsøkir til at vend kemur í eina slíka fólkatilflyting, men ein teirra er tað, sum vit kalla tær objektivu fortreytirnar, sum eru betraðar í Føroyum. Ein av hesum fortreytunum er útbúgvingarmøguleikarnir, sum eru nógv betraðar, bæði á miðnámsstøði og á hægri lesnaði.

- Útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum eru øktar óvanliga nógv í seinastuni. Man hevur satsað og gjørt nógv burturúr at skapa útbúgvingarmøguleikar, bæði á miðnámsstøði og kanska serliga á hægri lestrarstigum, so at ung fólk ikki noyðast at flyta úr Føroyum fyri at fáa sær eina góða útbúgving.

Samstundis sum vit hava betri útbúgvingarmøguleikar, er útboðið av arbeiðismøguleikum eisini nógv betrað seinastu árini. Fyrr var høvuðsálitið tær traditionellu vinnurnar, so sum framleiðsluvinnan, fiskivinnan og umsorganarvinnan. Nú eru møguleikarnir fleiri og meira fjølbroyttir. 

- Nú er arbeiðismøguleikarnir fjølbroyttir kolossalt, bæði í vavi og í vídd. Tað eru nógvar kreativar vinnur, vitanarvinnur, upplivingarvinnur og tænastuvinnur av sovornum slag, sum man slett ikki hevur havt í Føroyum. So um fólk sita uttanlanda og ivast í, um tey nú kunnu fáa nakað gott arbeiði, um tey venda heim, so eru teir møguleikarnir nógvar ferðir betri nú og betri enn teir nakrantíð hava verið, sigur hann.

- Samstundis eru inntøkumøguleikarnir eisini kappingarførir við tað, sum tú kanst fáa í útlondum. Forðingarnar, sum fyrr lógu í, at man kanska ikki kundi finna eitt arbeiði og kanska ikki fáa eina inntøku sum svarar til tað, man onkustðani kravdi ella ynskti, eru ikki longur. Nú kunnu Føroyar kappast um tað. Fólk hava møguleika at skapa sær eina karrieru, sum matchar tað, sum tú kanst uttanlands. Tí er ikki longur nøkur serstøk grund til at frávelja Føroyar, Hans Pauli Strøm frá Hagstovuni.

Les eisini: Hagstovan: Størri fólkavøkstur í yngru ættarliðunum

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður