Heimatíðindi

Minningarorð um Elis Poulsen

2020-07-24 18:00 Author image
Finnur Olsen

Mikudagin 22. juli var júst eitt ár runnið síðani mín trúgvi og kæri vinur, Elis, lat eyguni aftur á seinasta sinni.

Løtan tá vit stóðu kring sjúkrasongina á Landssjúkrahúsinum stendur brend í minnið mítt.

Bert tveir dagar frammanundan hevði hann ligið og lurtað eftir sínari elskaðu sending Upp á Tá.

Dansibandstónleikurin var lív hansara og hann fylgdi honum allan vegin, eisini tá hann fór um sýnina.

- - -

Elis og eg vóru vinmenn í nógv ár.

Tað byrjaði í tónleikalívinum og við teim mongu føstulávintsskemtunum í Virkinum á Sandi, sum vit báðir sum oftast vóru partur av.

Í sjónleikunum og á sjónleikaferð vóru vit eisini saman. Ongantíð gloymi eg, tá vit báðir, saman við góðum fólki, spældu í stóra leikinum um Kálv lítla.  Elis hevði høvuðsleiklutin sum Sandoyarprestur og leikti hann hendan so meistarliga væl.

Elis var útbúgvin gartnari í Íslandi, og í 70’unum vóru eg og ein floksfelagi tvey á á rað í starvsvenjing í vakstrarhúsinum á Royndarstøðini í Hoyvík, har Elis tá starvaðist. Har lærdu vit nógv um gróður og blómur. Eftir tað bygdi hann sær sítt egna framkomna vakstrarhús omanfyri heimið á Kjálkanum á Sandi.

Í tónleikalívinum var Elis sera virkin. Fyrst við fleiri orkestrum í Íslandi, og tá hann seinni kom heim til Skopunar var hann m.a. við í kenda Sandoyarorkestrinum, Buldursholinum, og í Tóna Trio saman við Sigurdi Bærendsen, sála og Terja Dalsgaard.

Elis spældi trummur við Geislum á Sandi og við mongun øðrum orkestrum.

Eg byrjaði sum teknikari í Útvarpi Føroya í 1986, og frá tí degi at Elis kom í Útvarpi í 1989, var tað altíð ein sonn gleði at arbeiða saman við honum, í øllum teim mongu góðu sendingunum, hann legði fyri dagin.

Tað sum Elis setti sær fyri, gekk hann upp í við fullum huga, og soleiðis var eisini, tá vit saman gjørdu tónleikasendingina, Taktir & Tónar, sum seinni bleiv til Upp á Tá.

Hann gjørdi síðani m.a. Á Tónatingi, sum var sera væl umtókt, Lurtararnar og vit, Máltráðin, Hvat nú, Túnatos og fleiri aðrar, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Kongaligur reportari var Elis eisini, hóast Tjóðveldið stóð honum næst.

Seinastu mongu árini nýtti hann stóra orku til Upp á Tá.

Um jóltíðir vóru tað Greytasleikur og Kertustubbi, sum vit høvdu gleðina av at vera saman um.

[object Object]

---

So bankaði óboðin gestur á dyrnar og herviliga Parkinson sjúkan kom sníkjandi so spakuliga longu í 2012.

Fleiri ymisk sløg eru av hesi sjúku og Elis var raktur av tí ringasta.

Elis koyrdi tó á við fullari megi, og í 2015 ferðaðust vit víða um við beinleiðis Upp á Tá-sendingum.

Vit vóru í Reykjavík, Esbjerg, Sønderborg, Skúvoy, Gøtu, Kollafirði, Skálavík, Skopun, til allar dansibandsfestivalarnar, og so ógloymandi túrin í Nuuk í Grønlandi. Har var útvarpssøga skrivað, tá vit í samfullar tríggjar tímar samsendu við grønlendska og íslendska útvarpið í felags beinleiðis Upp á Tá-sending.

Eg undraðist, hví Elis dreiv so ógvusliga á við øllum hesum beinleiðis sendingunum, men skilti tó sum fráleið, at Elis hugsaði longur fram, og vildi gera og uppliva hetta alt, áðrenn sjúkan gjørdi meira um seg.

Tá Elis kendi á sær at røddin fór at bila, heitti hann á meg um at koma við í sendingina sum medvertur, og sum fráleið bleiv eg røddin hjá Elisi í sendingini burturav.

Men hóast røddin hjá Elisi var viknað, var sinnið og hansara jarnvilji enn tann sami. Hann valdi tónleikin og skrivaði trúliga manuskript til hvørja einastu Upp á Tá-sending. Og heilt fram til mai mánaða í fjør ferðaðust vit aftur og aftur kring landið við sendingini.

---

Góði Elis, viljan og áræði hevði tú altíð.

Tað gav at bíta, tá tú misti stoltleika, og lívsverk títt, vakra vakstrarhúsið á Kjálkanum.

Eisini tá lívsins stormar raktu og einkardótturin Mia gjørdist álvarsliga sjúk, vísti tú tína styrki og var Guði takksamur, tá hon gjørdist frísk aftur. 

Sama vilja og áræði vísti tú, tá Parkinson sjúkan rakti teg.

Eitt er tó vist, at tú hevði heimsins bestu konu í Jonnu, sum so trúføst stóð tær við lið í øllum lívsins viðurskiftum, og eisini kæru børn tíni og abbasynirnir, sum elskaðu teg so nógv.

Í juli 2017 skuldu tú og Jonna aftur til Noregs á dansibandsfestivalarnar, men tá forðaði sjúkan fyri, at tú kundi koyra stóra kampingbil tykkara. Tá var Jonna skjót, vandi seg við bilin nakrar dagar, og so fóru tit avstað á norsku vegirnar, og alt gekst væl. Tit fingu aftur eitt ógloymandi summar í Noregi. Hetta gleddi teg so ómetaliga nógv.

Góði Elis,  tú var og er ein viti á leiðini hjá mongum í somu støðu sum tú var. Ikki at fella í fátt, men fáa sum mest burtur úr lívinum, sama hvussu tað lagar seg.

Góða Jonna og børn við familju, góðu systkin hjá Elisi og øll, ið stóðu honum nær.

Latum okkum við virðing æra minnið um Elis, við at gleðast um góðu løturnar, og góða tónleikin.

Má Harrin í himli geva troyst og styrki.

Kæri vinur mín, tú er farin um sýnina, men minnini og tónleikurin liva víðari. Vit síggjast aftur ein dag.

Eg fari at enda við orðunum hjá Williami Kristoffersen úr Ole Ivars:

Alle har sin egen stjerne, der på himmelen

Du vil aldri miste den, den finns der på himmelen.

 

Við dansibandskvøðu

Vinur tín Finnur

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður