“... man skulle gerne ha’ en hyggelig jul ...”

“... man skulle gerne ha’ en hyggelig jul ...”

Føroyskir jólasiðir uml. 1850-1905

Á myndini síggjast Amtmanshúsini og Havnará í kava (Mynd: Tjóðsavnið)

2018-12-24 13:05 Author image
Lív S.A. Simonsen

Í hesum døgum er forvitnislig jólaframsýning í auluni í Finsen í Havn. Har verða jólini lýst í fýra tíðarskeiðum. Eitt nú er ein fínastova frá 1900, og harumframt stovur frá nýggjari tíðarskeiðum. Her er alskyns jólapynt, gomul leiku og ymist, ið hoyrir jólunum til. Eisini eru sýnisgluggar, ið vísa ymisku tíðarskeiðini. – Í hesum sambandi fara vit at líta aftureftir til tíðina, tá ið nýggir jólasiðir komu til Føroya, og handlarnir fóru at selja jólagóðgæti og jólapynt. Hesar broytingar fara longu fram í 1880-árunum, sjálvt um øll ikki tóku við teimum. Eisini varð eitt nú skipað fyri jólatræshaldi hjá Østrøm og í Havnar Klubba

Í 1949 gav Rasmussen Rasmussen út bókina “Sær er siður á landi”. Bókin er eitt slag av endurminningum. Í henni greiðir høvundurin frá siðum, halgidøgum og veitsluhaldi o.ø. í 1870-árunum. Rasmus Rasmussen (1871-1962) vaks upp í Vágunum, og hann fortelur, at jólaaftan varð alt grovt inniarbeiði beint burtur, t.e. rokkar, stokkar, karðar og tílíkt, men at hesin dagur ikki varð hildin sum halgidagur. Jólaaftan var serligur matur til nátturða eins og aðrar høgtíðsaftanir. Í summum húsum varð bøn lisin og sálmur sungin aftan á nátturðan. Í Miðvági var greytur ein vissur rættur jólaaftan. Summi høvdu tað fyri ikki at sløkkja ljósið jólaaftan, men lata ljósini brenna niður. – Jólamorgun fekk alt húsfólkið ábit, t.e. kaffi, smør, breyð og jólakøkur. Nú ynsktu fólk hvør øðrum gleðilig jól, tí nú vóru jólini komin. Børn fingu ikki jólagávur sum nú á døgum, men fyrsta jóladag fingu gentur nýtt skjúrt og dreingir nýggjar buksur. Rasmus Rasmussen sigur eisini, at tá í tíðini gingu dreingir og gentur í klokku (slag av ullintum undirskjúrti), til tey vóru á fjórða ári. Tá vórðu tey flutt upp í unglingatal, og hetta skiftið fór aloftast fram á jólum og varð tá til tvífalda gleði bæði hjá eldri og yngri.

Stearinlys var dengang ukendte her

Í dag fara fólk ofta í kirkju jólaaftan, men so var ikki miðskeiðis í 1800-talinum. Rasmus Rasmussen greiðir frá, at alt, sum krúpa kundi, fór í kirkju jóladag. Tá á døgum var vanligt at fara í kirkju tvær ferðir høgtíðsdagar. Jóladag var fyrra gudstænastan klokkan tólv, og tá fóru fólk í kirkju í jólaklæðum. Seinna kirkjuferðin var klokkan fýra, og hon varð hildin serliga høgtíðslig. Øll kirkjuljósini vóru tendrað á altarinum, við stólarnar og í ljósakrúnuni.

[object Object]

Mynd av havnarmanninum Djóna Isaksen (189-1912), vanliga nevndur Djóni í Geil. Hann er mest kendur sum politikari og ritstjóri. Honum dámdi væl at hugleiða um, hvussu jólini vórðu hildin í Havn miðskeiðis í 1800-talinum. Í 1902 helt hann, at jólini vóru vorðin tann bera yvirflóð og marglæti

 

Rasmus Rasmussen sigur, at børnini gleddu seg til at fara í kirkju henda dag. – Ein teirra, sum mintist aftur á jólagudstænasturnar í Havn, var Djóni í Geil (1849-1912). Eftir aldarskiftið hugleiddi hann í tveimum greinum í Tingakrossi um, hvussu nógv jólini vóru broytt frá tíðini, tá ið hann var barn í Havn í 1850-árunum. Jólaaftan 1902 skrivar hann í greinini “Vore Bedsteforældres Jul”, at heimagjørd tálgarljós lýsti undir gudstænastuni um kvøldið fyrsta jóladag:

“Juledagsaften maate man i Kirke. Det var jo saa dejligt at se Kirken illumineret. Illuminationen var ganske vist tarvelig; Stearinlys var dengang ukendte her og man kunde ikke forlange ret meget af de primitive, hjemmelavede Tællelys, som Klokkeren uafbrudt gik omkring og snød med sin Lysesaks. Dengang havde Kirken kun Pulpitur paa søndre Side og over Forkirken var der Loft. Pulpituret var inddelt i firkantede Rum, med grønne Gardiner for til alle Sider, og her sad Byens Honoratioeres, og paa Loftet vare “Jægerstolene”, Fripladser for Jægerkorpset, foruden andre Fripladser. Da denne del af Kirken var daarligst oplyst, fik mangen beruset, søvnig Sjæl sig her en “Skraber”, og vi Børn morede os over, naar en saadan snorkede eller talte i søvne … ”.

Havnar kirkja varð heilt umbygd í 1865, og helst sipar Djóni i Geil til tíðina fyri umbyggingina. Tað skilst eisini í hesum broti, at tað varð skonkt á jólum. Dúgvan, ið var blaðið hjá fráhaldssfelagnum, fanst at øllum drykkjuskapi, og serliga atfinningarsamt var blaðið um drykkjuskap á jólum. Í 1894 stóð soleiðis at lesa í Dúgvuni: “Vin, Brændevin og andre stærke Drikke høre almindelig med til Indkøbet til Julen, og disse Varer bliver ofte budt dem, som komme ind for at ønske en glædelig Julefest. Derved sker det at svage blive berusede”.Tá á døgum hoyrdi vín og rúsdrekka við til jólakeypið. Hetta hóvaði eitt nú ikki fráhaldsrørsluni, ið hevði stóra undirtøku tá á døgum.


Jólini fara spakuliga at gerast handilslig (1880-árini)

Í 1890-árunum høvdu danir vanliga eitt jólatræ við nógvum pynti og eina jólakrubbu, t.e. eina uppseting, ið vísir fjósið í Betlehem. Tað vóru enn bert tey av betra borgaraskapinum, ið høvdu jólatræ. Ikki fyrr enn í 1910-árunum fóru húsarhald úr øðrum stættum at ogna sær jólatrø. Miðskeiðis í 1800-talinum vóru danskir jólatræssiðir nakað øðrvísi. Tað var ikki vanligt at pakka jólagávurnar inn. Í staðin vórðu tær hongdar upp á træið. Hetta vóru í høvuðsheitunum leiku. Hetta skilst eitt nú av jólasanginum eftir Peter Faber frá 1848 “Højt fra træets grønne top”. Børn vistu ikki, hvør átti hvørja gávu, tí tær hingu á trænum sum prýði. Tað var ikki fyrr enn í 1890-árunum, at danir byrjaðu at pakka gávur inn. Somu áratíggju kom eisini verulig gongd á søluna av hópframleiddum jólapynti.

[object Object]

Fínastova frá tíðini um aldarskiftið. Hon er at síggja á jólaframsýningini í auluni í Finsen, ið Tórshavnar býarsavn skipar fyri (Mynd: Lív A. Simonsen)

 

Í siðbundnu føroysku jólunum, sum eitt nú Rasmus Rasmussen leggur dent á, var hvørki pyntað til jóla ella gávur givnar. Men í Havn vóru jólasiðir av hesum slagi við at vinna fram. Her vóru ymsar stættir og fleiri krambúðir enn á landsbygd. Helst elsta lýsingin fyri jólapynt stóð á prenti í Dimmalætting í 1886. Hon var frá keypmanninum Jens Olsen. Hann rak saman við øðrum “Handilsforeiningina”. Í lýsingini stóð eitt nú: “Til Julen anbefales passende Gjenstande til Presenter, samt til pyntning af Juletræ, saasom: Julelys, Marsipan, Konfektetc.”.Í 1880-árunum seldi apotekið, eins og nú á døgum, ymist gott til jóla. Í 1883 hevði vinnulívsmaðurin Alfred Nicolai Benzon í Keypmannahavn latið eina deild hjá danska “Svane Apoteket” upp her.Apoteksdeildin var í Bringsnagøtu til 1898.Tá á døgum mælti apotekið fólki til at keypa gott tubbak til jóla, eitt nú sigarettir og sigareskjur. Lýsingin stóð á prenti í Dimmalætting 17 des. Jólaaftan hetta árið mælti apotekið eisini fólki til at keypa ymisk sløg av góðgæti, eau de cologne og sápum at vaska sær við. – Av rúsandi løgi seldi apotekið reyð og hvít bordeauxvín, portvín, sjerri, madeira, sjampanju, desertvín og likør.

Um hetta mundið fer handilsvinnan spakuliga at seta dám á jólini, men tað vóru fyrst og fremst tey, ið høvdu pening til tess, ið høvdu møguleikan at taka undir við nýggja rákinum og fóru at keypa marglætisvørur til jóla.


Pyntað varð við fyltum kramarhúsum

Í Havn var fyrsta jólatræið tendrað í 1866 í Fútastovu, men tað var tó ikki fyrr enn í 1900-talinum, at tað gjørdist vanligt, at fólk høvdu granntrø heima við hús. Hetta hevur verið nakað seinni enn í Danmark. Eins og í øðrum londum vóru tað tey, sum hoyrdu til betra borgaraskapin, ið hava verið tey fyrstu at hava jólatrø heima við hús. Men hetta vóru ikki altíð granntrø.

[object Object]

Jólakrubba frá 1901, sum stendur til framsýningar í auluni í Finsen. Tær vóru sera væl umtóktar í Danmark fyri aldarskiftið (Mynd: Lív A. Simonsen)

 

Í 1800-talinum hildu bæði keypmenn og embætisfólk jól við heimagjørdum jólatrøum. Djóni í Geil greiðir í greinini “Vore Bedsteforældres Jul” frá, hvussu børn miðskeiðis í 1800-talinum vóru boðin til jólatræ. Hann greiðir eisini frá, hvussu hann mintist, at træið var pyntað:

“Undertiden blev vi 2den juledagsaften i Massevis indbudte til Juletræ”. Det faldt os slet ikke ind at kritisere eller ironisere over disse Juletræer, som ikke havde mere lighed med Træer end en Kagesprøjte ligner en Brødbakke. Det saakaldte Juletræ bestod i større og mindre, med Papirsstrimler, Baaand, Sløjfer, nogle Flag, Nürnbergerbilleder, Kræmmerhus og Lys, pyntede Tøndebaand, der i Pyramideform var ophængt under Loftet, det mindste øverst og det største nederst. Omkring dette dansede vi i et par Timer, spiste lidt Julekage, og med et Par Kræmmerhuse, Rosiner og Pebernødder og et par Nürnbergerbilleder gik vi glade og tilfredse hjem”.

Heimagjørdu jólatrøini vóru pyntað við eitt nú fløggum, kramarhúsum og ljósum. Djóni í Geil sigur eisini, at børn fóru vælnøgd heim við fyltum kramarhúsum.

[object Object]

Eitt gamalt kramarhús hongur á jólatrænum. Træið stendur í fínustovu á jólaframsýningini í Finsen (Mynd: Lív A. Simonsen)

 

Hetta er ein siður, ið stavar úr Danmark. Danir vóru farnir at gera kramarhús longu miðskeiðis í 1800-talinum. Í 1870-árunum vórðu tey ofta gjørd úr silki- og glanspappíri. Teir fyltu tey við smákøkum og rosinum, og tað sama varð gjørt í Havn. Her vóru rosinur og piparnøtir latnar í kramarhúsini. Heimagjørd kramarhús skuldi líkjast kramarhúsunum, sum keypmenn nýttu til góðgæti. Í seinni helvt av 1800-talinum fóru danir alt meira at prýða jólatrøini við sonevndum “nürnbergerkram”. Hetta vóru eitt nú glaskúlur, fuglar og jólaeinglar, ið vórðu innflutt úr týska býnum Nürnberg.


Jólatræhald og vælgerandi arbeiði

Longu í 1800-talinum gjørdist vanligt, at felagsskapir og privatpersónar bjóðaðu børnum til jólatræ. Tað var ein bretskur missionerur, ið hevði fyrsta jólatræið fyri børnum í Havn. Eftir hetta tóku onnur leistin upp, eitt nú hevði keypmaðurin Martin Chr. Restorff (1816-1897), vanliga nevndur gamli Restorff, jólatræ fyri børnum í Tinghúsinum í 1878. Hann kom til Føroya í 1848 at starvast sum bakari og kondittari hjá Kongliga einahandlinum. – Johan Restorff, sum er langabbasonur gamla Restorff, fortelur, at langabbin heima pyntaði kustaskaft við tøppum á til at seta ljós í, og at hetta helst var eitt hitt fyrsta jólatræið í Havn. Gamli Restorff hevði eisini “folkekøkken” um høgtíðina. Hann fekk kjøt frá bóndum, kókaði súpan og kjøt, og fólk fingu breyð og køkur omaná. Havnarborgarar fingu soleiðis eina serliga jólamáltíð ókeypis. Helst er alt bakað og kókað í sambandi við bakaríið við Áarvegin. Tað var á sama stað, sum høvuðsdyrnar til Hotel Hafnia eru í dag. – Havnar Klubbi hevði eisini jólatræ fyri børnum longu í 1800-talinum. Hetta var eitt nú sum partur av vælgerandi arbeiði. Í 1886 stóð í Dimmalætting, at “Flere af Byens unge Damer havde i Onsdags Aftes arrengeret et smukt Juletræ i Klubben for 110 fattige Børn”.Fátæk børn í Havn sluppu tískil til jólatræ í Klubbanum hetta árið, og tað vóru ungar kvinnur úr Havn, ið skipaðu fyri.


Jólatræ í Østrøm fyri yvir 300 fólkum (1886)

Jólaaftan 1886 fóru nógv húski í Havn til jólatræ í fabrikkini hjá Østrøm – hetta var samstundis, sum fabrikkin var í gerð. Tað var svensk-bretska felagið The Normal Company Ltd., ið stóð fyri byggingini. Tað vóru bønarmenn, ið laðaðu bygningin av gróti. Bønarmenn eru menn, sum eru bidnir at arbeiða ein el. nakrar dagar hjá øðrum fyri løn.

[object Object]

Í 1890-árunum vórðu dukkur seldar sum jólagávur í Havn. Dukkan og dukkuvognurin standa undir jólatrænum í fínustovu á jólaframsýningini í auluni í Finsen

 

Teir fingu 20 oyru fyri hvørja alin – ein alin er 62,77 cm. Bønarmenninir máttu sjálvir fáa grótið til vegar úr Rættará, sum rennur undir bygninginum.Uttan iva vóru tað hesir menn, sum saman við konu og børnum vóru boðin til jólatræ:

“Efter indbydelse af hr. Ingeniør Oestrøm Samledes Arbejderne ved den her i Thorshavn under Opførelse værende Fabriksbygning tillige med deres Koner og Børn Juleaften Kl. 3 Eftermiddag til en Fest i den Tredjedel af Bygningen, der nu er under Tag. I en Hal hvis indvendige Størrelse er ca. 38 Alen paa det ene Led og 18 paa det andet, og ligesom ved Trylleri paa en eneste Dag var forvandlet til en smuk Festsal, samledes Gjæsterne. Væggene, der vare hvidtede foroven og malede røde forneden, vare dekorerede med danske, svenske og engelske Flag. Imellem Pillerne, der vare beklædte med Grønt, hang der grønne Guirlander. I den ene Del af Hallen, der var indrettet til Danseplads, var der anbragte flere rækker kulørte Lygter og imellem disse var der anbragt smukke Guirlander af forskelligt farvet Papir. Paa den anden Side Pillerne, hvor Der ligeledes var anbragt kulørte Lygter og et Par Lysekroner, var der i den ene ende to Rækker lange Borde og i den anden anbragt et smukt Juletræ for de mindste Børn. Da Gjæsterne vare ankomne blev der serveret med The, Smørrebrød, Hvedebrød og Kager, og samtidig begyndte man at danse færøsk Dans, der varede indtil Kl. 7½.”

Veitslan endaði við, at gestirnir takkaðu fyri veitsluna og róptu eitt trífalt hurra fyri fyriskiparunum. Tilsamans høvdu yvir 300 fólk verið í veitslu. Tá ið fabrikkin var liðug í 1887, var farið undir at framleiða olju og lýsi úr fiskaúrdrátti, hvali og kópi. Á fabrikkini stóðu landsins fyrstu dampmaskinur, og har arbeiddu heili 60 fólk. Fabrikkin læt aftur, tá ið The Normal Company fór á húsagang. Orsøkin var, at amerikumenn fóru at útflyta olju, sum hevði við sær, at eftirspurningurin eftir lýsi minkaði. Í 1894 keypti Jacob Lützen keypmaður fabrikkina. Hann og sonurin Valdemar fóru undir konservesframleiðslu.


Handlar fóru at lýsa við jólagávum (1890-árini)

Tíðina um aldarskiftið høvdu handilskvinnur ofta sonevndar “búðir við konufólkastási”. Tær handlaðu við eitt nú toyi og broderívørum. Sigrid Pálsson hevði ein tílíkan handil í Nólsoyarstovu. Hon var ættað úr Suðuroy og var flutt til Havnar at búgva í 1883. Í 1890-árunum var hon eisini farin at selja jólagávur. Dømi um hetta sæst í lýsingum í Dimmalætting. Í 1898 lýsti Sigrid Pálsson við leikum til gentur og dreingir og ymiskum prýðislutum, eitt nú tinsoldátum, dukkum, kurvum til jólatræspynt, øskubikrum, vasum, kambum, hárnálum og knappum. Hetta vóru sambært lýsingunum bíligar jólagávur. Í krambúðini kundu fólk eisini keypa jólapynt.

[object Object]

Mynd av Handilsforeiningini í kava. Longu í 1886 seldi handilin jólatræspynt. Tað er har, ið Essabarr er nú (Mynd: Tjóðsavnið)

 

Ein onnur handilskvinna í Havn tá á døgum var Helena Bech. Tíðina um aldarskiftið hevði hon eina fasta “juleudstilling” við ymiskum jólagávum. Í 1898 vóru hetta “Nyttige og smagfulde Julegaver til billige Priser passende til voksne og Børn”.Vørurnar vórðu seldar í skúlastovuni hjá Francisku Jacobsen. Helena og Franciska vóru døtur gamla Jørgen Frands Jacobsen. Hann bygdi sær eini hús í Konradsbrekku (í Gríms Kambans gøtu). Húsini vóru liðug í 1884. Franciska byrjaði ein privatskúla í húsunum, og tað var her, ið systirin seldi jólagávur. Hann málaði húsini reyð, og tey vórðu tí rópt “Reyða húsið”. Húsini standa enn mitt í Konradsbrekku og eru enn reyð á liti.

Eitt, sum eyðkennir føroysku jólini, er jólahosan. Hetta er gamal siður, sum sigst vera komin til Føroya úr Bretlandi tíðina um aldarskiftið. Tá høvdu føroyskir sjómenn rættiliga nógv samband við Bretland, og teir hava tikið siðin við sær higar. Hesin siður er sostatt ikki komin úr Danmark.


“Overflødighed af Julepynt”

Í 1902 helt Djóni í Geil, at jólini vóru tann bera yvirflóð og marglæti, um hann bar saman við jólini, ið hann kendi frá sínum uppvøkstri. Hann byrjaði greinina “Vore Bedsteforeldres Jul” við hesum orðum:

Naar jeg nu, da vi er saa nær ved Julen, i de forskellige Butiksvinduer ser Masser af flotte og kostbare Genstande, i Forbindelse med en Overflødighed af Julepynt, udstillede, ledes min Tanke uvilkaarlig til min Barndom, i Slutningen af Halvtredserne, da sligt ikke eksisterede her og vi med en ren Bagatel, man nu om Stunder næppe vilde ofre Tanke eller værdige et Blik, fejrede vor Jul lige saa glade og veltilfredse, som man fejrer den nu, et halvt Aarhundrede senere, omgiven af Flitterstads og straalende Luksus

Tað hevði ávirkan á eldra ættarliðið, hvussu nógv jólini vóru broytt. Serliga hava tey helst lagt til merkis handilsvindeygu við dýrum lutum og nógvum jólaprýði. Djóni í Geil var av teirri fatan, at “Flitterstads og straalende Luksus” vóru farin at seta dám á jólini. Sama árið, ið greinin er skrivað, setti handilsmaðurin M. Einarsson eina lýsing í Dimmalætting, sum gekk uppá rím, t.e.: “Man skulde gerne ha’ en hyggelig Jul,helst iblandt sine kære; man derpaa bør ikke lægge skjul: Man maa ein smule forære …”,og so nevnir hann eitt nú knívar, gaflar, armbond, ketur, ringar, pennahaldarar, album, jólaljós, seymiskrín og toy úr silki.

[object Object]

Lýsing frá Svane apoteki, sum stóð í Dimmalætting jólaaftan 1887 (Heimild: Dimmalætting, 24. des. 1887, bls. 4)

 

Á jólaframsýningini, sum er í auluni í Finsen í hesum døgum, eru eisini fýra handilsgluggar, ið lýsa, hvussu handilslívið mentist frá tíðini um aldarskiftið til 1970-árini. Í elsta glugganum síggjast eitt nú gamlar dukkur, pappírsdukkur, ein sápupakki frá “Hodgson & Simpson limited”, vasar, koppastell, fyllipennur við blekkglasi, og reyðar og hvítar guirlandir. Har er eisini eitt gamalt ark við kramarhúsum til at klippa út. Danir høvdu framleitt tílík ørk síðani 1880-árini.

Spurd, um ein slík framsýning verður aftur næstu jól, svarar leiðarin fyri Tórshavnar býarsavn, Margretha Nónklett, at hon í næstum fer at eftirmeta framsýningina, og so verður støða tikin til, um Býarsavnið fer at skipa fyri eini jólaframsýning aftur komandi ár. – Greitt er tó, at fólk hava verið sera áhugað í framsýningini, og ein rúgva av fólki hava verið á gátt. Jólaframsýningin hjá Tórshavnar býarsavni er opin til 23. desember fyri jól, og eftir jól er opið vikuskiftið 29. og 30. desember.

 

Heimildir:

Blæsild, Benno. Julens traditioner. Fra hedenskab og sulebord til juletræ og gaveræs. Viborg. 2007.

Dimmalætting, 24. des. 1887, bls. 4

Dimmalætting, 17. des. 1887, bls. 4

Dimmalætting, 10. des. 1898, bls. 3

Dimmalætting, 13. des. 1902, bls. 3

denstoredanske.dk

Dúgvan, 13. Des. 1894, bls. 1

Johannesen, Birgar. Havnin – fólk og yrki 1900-1939.Tórshavn. 2007

Johan Restorff, Tórshavn

Jn.fo

Juleaften i den ny Fabriksbygning. Í: Dimmalætting,1. jan. 1887

Rasmussen, Rasmus. Sær er siður á landi.Tórshavn 2016 (uppr. 1949)

Viðstein, M.S. Horvnar Havnamyndir.Tórshavn 1983

Videnskab.dk

Viggo Christiansen, Tórshavn

Vore Bedsteforældres Jul. Í: Tingakrossi,24 des. 1902

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður