- Klaksvík skal vera ein kommuna fyri øll

Beinta Klakkstein

- Klaksvík skal vera ein kommuna fyri øll

2017-06-30 17:12 Author image
Innsent

- Sjálvandi skal Klaksvík vera ein kommuna, har tað er pláss fyri øllum borgarum, og tí fegnist eg um, at vit nú nærkast málinum, at Umsorganarheimið Gloria er um at gerast veruleiki, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini.

- Kommunan fær javnan fráboðanir frá avvarðandi og frá Norðoya Bú- og Heimatænastu um menniskju, sum eru heimleys, so vit mugu ásanna, at tørvur er á einum húsi sum hesum. Vit hava eisini eina samfelagsliga skyldu at taka okkum av øllum okkara medmenniskjum.

- Tí hava vit hesar seinastu mánaðirnar – í góðum samstarvi við stigtakararnar og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum – arbeitt við at seta á stovn Umsorganarheimið Gloria.

- Á seinasta fundi í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir mæltu vit býráðnum til at játta kommununnar part av stuðlinum til Gloria, og á býraðsfundinum 22. juni 2017 tók eitt samt býráð undir við hesum. Í løtuni verða tey formligu viðurskiftini fingin upp á pláss í samráð við Almannaverkið, og í næstum verður enn ein fundur við landsstýriskvinnuna um landsins part.

- Hetta er eitt dømi um, at tað ber til at koma langt, tá ið bæði sjálvbodnir stigtakarar, kommuna og land samstarva og lyfta í felag – í hesum føri fyri at bøta um liviumstøðurnar hjá nøkrum menniskjum, sum av ymsum orsøkum eru heimleys og einki tilboð hava.

- Málið er, at heimið kann lata upp fyrst í 2018, sigur Beinta Klakstein, trivnaðarnevndaforkvinna, sum í næstum fer á fund við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður