Heimatíðindi

- Kanska eru tíðirnar ov góðar í løtuni

Bárður Nielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður Nielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-05 19:19 Author image
Ingi Samuelsen

- Eg má bara staðfesta, at sambært hesi kanningini, so fáa vit ikki ágóðan av ónøgdini yvir sitandi samgongu. Tað gevur okkum nakað at hugsa um.

Soleiðis sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkin um úrslitið av veljarakanningini hjá spyr.fo, sum Portalurin bar fyrrapartin.

Les: Fólkaflokkurin rennur frá hinum flokkunum 

Hann undrar seg eisini nakað yvir, at sveiggini eru so stór, tá tað snýr seg um Sambandsflokkin, tí á veljarakanningini fyri í september, stóð flokkurin til at fáa 20,4 prosent av atkvøðunum og nú 17,3 prosent.

- Eg dugi ikki rættiliga at síggja, hvat skuldi verið broytt hesar fáu vikurnar. Kanska hava vit ikki duga at gjørt nóg væl vart við okkum í mun til onnur, sigur Bárður Nielsen.

- Vit royna í hvussu so er at føra ein seriøsan politikk, sum ikki einans gongur út upp á at havast at, men eisini at vera við í tí uppbyggjandi arbeiðinum. Tá tað er sagt, so er tað ein søgulig sannroynd, at tá tað hava verið uppgangstíðir í samfelagnum, so hevur Sambandsflokkurin altíð havt tað trupult, meðan boð hava verið eftir flokkinum í niðurgangstíðum, sigur Bárður Nielsen. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður