Heimatíðindi

- Hetta er at rinda skatt av skatti

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-11 15:30 Author image
Ingi Samuelsen

Joen Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, sum gongur út uppá at gera útgjaldið av Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum skattafrítt.

Tingmaðurin vísir á tað órímiliga í, at eitt inngjald, sum er eitt slag av skatti, skal rindast av skattaðari inntøku, og so aftur verður skattað við útgjald. Hetta er eisini galdandi fyri Als, Barsilsgrunnin og Heilsutrygd, vísir hann á.

Joen Magnus Rasmussen vísir á, at ætlanin er at hækka gjaldið til Samhaldsfasta upp í 3 prosent á nýggjárinum. Hetta verður gjørt fyri at kunna veita pensjónistunum 1.000 krónur meira um mánaðin.

Men hann vísir við einum roknistykki á, at fyri at kunna hetta, skal skattgjaldarin rinda mangt slíkt inn í grunnin, samstundis sum landskassin og kommunukassar fáa fitt burturúr.

Joen Magnus Rasmussen vísir á, at um gjaldið frá samhaldsfasta gerst skattafrítt, fær pensjónisturin 2.000 krónur meira at liva fyri um mánaðin.

Hinvegin kostar uppskotið almennu kassunum 177 milliónir krónur. Landskassin missir 76 milliónir og kommunukassarnir 101 milliónir.

Í uppskotinum greiðir Joen Magnussen soleiðis frá útrokningini:

”Ein sum hevur inntøku á kr. 400.000,00 skal gjalda 3% til Samhaldsfasta. Hetta er kr. 12.000,00, so nú skuldu vit hildið, at 12 pensjonistar fáa kr. 1.000,00 meira um mánaðin, í ein mánaða í hvussu er, ella at ein pensjonistur fær kr. 1.000,00 meira um mánaðin í eitt ár.

Men roknistykkið sær heilt øðrvísi út.

Fyrst skal hesin, sum hevur goldið tær kr. 12.000,00 í Samhaldsfasta, gjalda kr. 6.000,00 í skatti beinleiðis til landskassan (uml. kr. 3.500,00) og kommunukassan (uml. kr. 2.500,00).

Síðani, tá pensionjstarnir fáa gjald úr Samhaldsfasta, skulu teir aftur gjalda skatt av hesum sama peningi, sum var skattaður tá hann varð inngoldin.

Fyri at ein pensjonistur skal hava kr. 1.000,00 meira at liva fyri, má Samhaldsfasti útgjalda kr. 1.600,00.

Pensjonisturin fær kr. 1.000,00, landskassin kr. 250,00 og kommunukassin kr. 350,00.

Tað vil siga, at ein sum hevur kr. 400.000,00 í inntøku skal gjalda:
Til Samhaldsfasta: kr. 12.000,00
Til landskassan: kr. 3.500,00
Til kommunukassan: kr. 2.500,00
Tilsamans: kr. 18.000,00

Samhaldsfasti, sum einans hevur tær kr.12.000,00, má gjalda soleiðis:
Skattur til landskassan: uml. kr. 2.000,00
Skattur til kommunukassan: uml. kr. 2.500,00
Til pensjonistarnar: kr. 7.500,00
Tilsamans: kr. 12.000,00

Landskassin fær kr. 3.500,00 + kr. 2.000,00 = kr. 5.500,00
Kommunukassin fær kr. 2.500,00 + kr. 2.500,00 = kr. 5.000,00
Almennir kassar tilsamans: kr. 10.500,00
Pensjonistarnir tilsamans: kr. 7.500,00
Tilsamans: kr. 18.000,00

Hetta merkir, at ein, sum hevur inntøku á kr. 400.000,00, skal gjalda kr. 18.000,00 fyri at Samhaldsfasti skal kunna gjalda pensjonistunum kr. 7.500,00.

Restina, næstan 60% deila landskassin og kommunukassin millum sín.

Tað hevði verið rættari, at pensjonistarnir fingu meira. Ella at lønmóttakarin rindaði minni.

Ella møguliga at partarnir deildu soleiðis, at pensjonistarnir fingu meira, og lønmóttakarin rindaði minni.

Hetta er jú at rinda skatt av skatti.

Ein 100% skattur, sum verður forskattaður, og síðani skattaður aftur við útgjald.

Hetta er ein feilur, sum eigur at verða rættaður skjótast gjørligt.”

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður