Heimatíðindi

- Hatta var ein heilsan til ferðafólkamyndugleikarnar

- Hatta var ein heilsan til ferðafólkamyndugleikarnar

"This is not Disneyland. Tourists go home" ljóðaði boðskapurin í Saksun í gjár (Mynd: Elvi Joensen)

2018-04-12 11:27 Author image
Ingi Samuelsen

Fólk, sum vitjaðu í Saksun stúrsaðu við, tá tey sóðu eina heilsan til ferðafólk, málað upp á ein viðfestivogn, ið varð stillaður so hann sást væl, tá komið varð til bygdar. 

”Hetta er ikki Disneyland. Ferðafólk, farið heim” stóð skrivað á enskum við stórum, svørtum, tó kámum, bókstavum. Sí grein 

Vognurin varð stillaður fram um middagsleitið í gjár, og varð tikin burtur aftur í morgun. 

Jóhan Jógvansson, stórbóndin í Saksun, viðgongur, at tað var hann, sum setti vognin við heilsanini fram í gjár. 

Men hann ynskir ikki at grundgeva fyri hví. Sigur seg hava verið so mikið nógv frammi í miðlunum viðvíkjandi trupulleikum við ferðavinnuni, at tey, sum hava ábyrgdina, mugu hava fingið boðskapin við nú. 

Hann sigur tó somikið, at heilsanin ikki var ætlað til tey ferðafólk, sum vitjaðu Saksun júst í gjár. Nei, heilsanin var ætlað nýggju menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, sum vitjaði í Saksun í gjár. Les: Visit Faroe Islands sett menningarleiðara og menningarsamskipara

 

Fólkini á staðnum mugu spæla við
Guðrið Højgaard, stjóri fyri Visit Faroe Islands, váttar at fólk frá Visit Faroe Islands vóru í Saksun í gjár. 

- Nýstovnaða Menningardeild okkara er júst farin til verka, og í hesum sambandinum vitjar hon runt og tosar við fólk, sum hava tilknýti til ferðavinnuna. 

- Vit eru varug við, at bóndin í Saksun hevur ávísar meiningar um ferðafólk, og vit royna veruliga eisini at gera nakað við hesar avbjóðingarnar eisini, sigur Guðrið Højgaard. 

 
Guðrið Højgaard

Hon vísir á, at tað eru tveir myndugleikar, sum hava ábyrgdina í hesum føri, Visit Faroe Islands og so Sunda kommuna. 

- Sunda kommuna hevur veruliga gjørt nógv fyri at fáa loyst málið. Konkret við eitt nú at betra um parkeringsviðurskiftini og seta almenn vesi upp. Vit og kommunan ynskja eisini at gera meira í Saksun, men tað er ein treyt, at lokalu aktørarnir eisini vilja vera við, sigur Guðrið Højgaard. 

- Vit eru avgjørt sinnað bæði at skipa fyri og at finna fígging fyri tí, sum skal gerast. Men tað er treytað av, at tað verður gjørt í samstarvi við fólkini, sum búgva og virka á staðnum. 

- Sum eg skilji høvdu tey ein góðan fund í Saksun í gjár, har okkara menningardeild og fólk frá Sunda kommunu fingu innlit í tørvin og ynskini hjá fólkunum á staðnum. Arbeiðið heldur fram, og vónandi finna vit eina loysn til gagns fyri allar partar, sigur Guðrið Højgaard.

 
Mynd úr ferðafólkafaldara

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður