Heimatíðindi

- Eg tori ikki at hugsa um, hvat kann henda, um eg verði smittað

Helena Dahl-Olsen (egin mynd)

Helena Dahl-Olsen (egin mynd)

2020-03-16 10:00 Author image
Anna Poulsen

Í hesum døgum sita fólk flest klistrað til skermarnar - hvør í sínum lagi - og fylgja við drúgva tíðindaflutninginum, sum javnan streymar inn á portalarnar og í sjónvarpið. Tað ger Helena Dahl-Olsen, sum býr á Vesterbro í Keypmannahavn, eisini. Høvuðsboðskapurin, sum myndugleikarnar koma við, er ikki nýggjur fyri 26 ára gomlu Helenu. At vera ansin og fyrivarin eru boð, sum hon hevur hoyrt alt sítt lív. 

Helena er fødd við kronisku sjúkuni Cystisk Fibrosa. Hendan sjúkan niðurbrýtur lunguni og hevur við sær størri viðkvæmi fyri lungnabruna. Tískil skal Helena vera serliga ansin. Tað hevur altíð verið vandamikið fyri hana, at vera saman við fólki við krími og øðrum sjúkueyðkenni  - og tískil eisini fólki, ið bera coronasmittuna.

- Míni lungu tola ikki tað sama, sum ‘frísk’ lungu. Tað kann gerast øgiliga vandamikið fyri meg at verða smittað av COVID-19.Tó munnu flest fólk vid cystiskari fibrosu frammanundan kenna til tey ymsu átøkini, sum skulu til, fyri at royna at fyribyrgja smittu, sigur Helena. 

 

1 útav 1775 føroyingum hava cystiska fibrosu

Cystisk Fibrosa er í høvuðsheitum ein lungnasjúka, sum ávirkar allan kroppin. Tað er serliga livrina, nýrini, magatarmsskipanina og biholurnar, sjúkan ávirkar. Lunguni hjá einum við Cystiskari Fibrosu eru minni enn lunguni hjá einum vanligum persóni, og harafturat savnast eisini slím í lungunum.

Ein útav 1775 føroyingum hava Cystiska Fibrosu. Tað er eitt tað hægsta talið í heiminum. Eitt nú er talið í Danmark 1 útav 4700. Børn og vaksin við Cystiskari Fibrosu nýta 1-3 tímar um dagin til lívsneyðugar viðgerðir við heiligvági, innanding og lungnafysioterapi. Eisini skulu tey taka millum 30 til 80 tabelettir um dagin, og umframt hetta ganga til mánaðarligar kanningar. 

 

- Øll kontrol á Ríkissjúkrahúsinum er útsett

Coronasmittan hevur longu gjørt stór inntriv í gerandisdagin hjá Helenu. Ikki bara tí, at hon noyðist at vera avbyrgd mest møguligt, men eisini tí at grundleggjandi trygdarnetið, sum er samband við Ríkissjúkrahúsið, er skert. Tilknýtið til infektionsmedisinsku deild á Ríkissjúkrahúsinum er sera týdningarmikið fyri fólk við Cystiskari Fibrosu. Men hendan deildin skal nú í stóran mun taka sær av corona-sjúklingum. 

-Atgongdin til deildina er skerd fyri okkum, tí har liggja nú øll innløgd, sum eru kritisk rakt av coronasmittuni. Øll kontrol eru fyribils útsett; tó fáa vit hjálp umvegis telefon, um tørvur er á tí. Fyri bert tveimum vikum síðan var støðan heilt øðrvísi - tað er ræðandi, so skjótt tað hevur gingið.

 

Helena er von við avmarkingar í lívinum

Nógvir føroyingar, sum lesa uttanlands, leita sær heim til Føroya í hesum døgum, men hjá Helenu er tað undir øllum umstøðum nógv tryggari at vera í Danmark. Tó dylur hon ikki fyri, at hon gerst stúrin og óttafull av smittuni, sum nærum hevur lagt alt landið lamið. 

-Tað er ikki ein jaligur tanki at hugsa sær, hvat kemur at henda, um eg ella onnur í vandabólkinum verða smittað av COVID-19. Eg hevdi logið, um eg segði, at eg ikki eri bangin, tí tað eri eg.

Helena Dahl-Olsen er von við bardagar og avmarkingar í lívinum. At hava Cystiska Fibrosu hevur við sær, at hon skal taka atlit til so nógv í lívinum. Eldra systir Helenu, Randi, hevur eins og hon Cystiska Fibrosu. Av tí sama er tað til tíðir torført fyri systrarnar báðar at vera í sama rúmi. Randi var fýra ára gomul, tá ið Helena varð fødd, og enn hava tær ongangtíð drukkið av sama glasi ella deilt nakað, sum annars er heilt vanligt fyri systkin. 

-Vit hava altíð fingið at vita, at vit helst ikki skulu hava tætta kontakt, klemmast, sita lið um lið við døgurðaborðið o.s.fr. orsakað av vandanum fyri at smitta hvørja aðra; eins og tilmælt verður fólki nú í sambandi við coronasmittuna.

[object Object]

- Eg vil vera har fyri sonin

Helena hevur ikki verið úti millum fólk í fleiri dagar. Hóast hon í gerandisdegnum ikki nýtist at vera so avbyrgd eins og nú, so eru Helena og systurin vanar við at taka serlig atlit til smittuvandar. 

-Eingin hevur áður havt tørv á at sett seg í okkara støðu. Men hetta kemur bara at ganga tann rætta vegin, um fólk virða smittuna, sigur Helena.

Helena býr saman við sjeikinum og 2 ára gamla soninum. Hon er, sum áður nevnt, von við bardagar, og er tískil ikki bangin fyri at “taka kampin upp”, um hon gerst smittað. Tó er hon mest stúrin um sonin. 

-Eg eri sanniliga bangin fyri at gerast so sjúk, at eg ikki fái verið saman við ella tikið mær av soni mínum, sum frammanundan er byrjaður at seta spurnartekin við og varnast at hann hevur eina sjúka mammu. Uttan at vera alt ov góðtrúgvin, so verði eg á onkran hátt noydd til at hava álit á, at hetta nokk skal ganga. 

 

- Brádliga merkja øll fólk okkara støðu inn á bein

Coronasmittan hevur við sær, at øll fólk onkursvegna fáa ein smakk av, hvussu tað er at hava eina kroniska lungna sjúku, og hvussu vandamikið tað er at verða smittaður. Helena heldur, at tað er harmiligt, at fólk nýstani lata eyguni upp fyri, hvussu vandamikil smitta sum heild er. 

 -Eg havi eina hóming av, at summi eru góð til at virða, at samfelagið er lukkað og at tað er ein orsøk til tess - fyri at hetta skal virka til at “oyða” COVID-19, verða vit øll noydd til í felagsskapi at virða tað, sum serfrøðingar, læknar og onnur mæla til.

Helena harmast tó um, at tað eru nøkur, ið ikki taka smittuna í álvara, tá hetta kann hava so stórar avleiðingar fyri fólk, ið eru veik, sjúk ella gomul.

-Sum nú er havi eg varhugan av, at tað ikki eru øll, ið hava tikið hesar reglur til sín, tíverri.  Tað kann vera at smittan ikki merkist hjá ungum og frískum fólkum, men tað kann loysa seg at hugsa um okkum útsettu, tey gomlu og tey veiku - vit kunnu ikki klára hetta einsamøll, men eg trúgvi uppá at vit kunnu klára hetta saman. Saman, men hvør sær. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður