Heimatíðindi

- Eg toli sera illa at verða smittaður

Rólant Reginsson Biskopstø (egin mynd)

Rólant Reginsson Biskopstø (egin mynd)

2020-03-15 11:00 Author image
Anna Poulsen

Tað er gerandisdagur í Klaksvík. Men vanliga virksemi við starvsvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og sosiala lívið er kollvelt. 24 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø noyðist at vera heima við hús. Hann skal ansa serliga væl eftir, tí Coronasmittan er sera vandamikil fyri hann. Rólant er í viðgerð við immundempandi heilivági, sum ger at hann hevur so lága immunverju, at kroppurin ikki megnar at standa ímóti smittum.

-Um eg, eitt nú, fái fepur, skal eg innleggjast, og fái sum oftast ein IV pensilinkur (ígjøgnum æðrarnar), tí mín kroppur tolir ikki at vera sjúkur.

Fyri knøppum 10 árum síðani gjørdist Rólant so sjúkur, at neyðugt varð hjá honum, at fáa eitt nýtt hjarta. Eftir hjartaflutningin í 2010 hevur verið neyðugt við alskyns sløgum av heiligvági. Ein av hesum er immundempandi heiligvágur, sum tryggjar, at kroppurin ikki skjýtur nýggja hjartað burtur. Men hesin heilivágurin ger somuleiðis, at Rólant er serliga útsettur fyri øllum sjúkum - eisini COVID-19. 

 

Starvsvenjingin gjørdist ikki sum ætlað

Rólant fór til Føroya í februar, tí hann skuldi í starvsvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men nú er starvslæran á sjúkrahúsinum skift út við ein gerandisdag heima við hús í Klaksvík. Somuleiðis er familja hansara eisini heima; tí tað er umráðandi at einki av húsfólkunum gerst smittað. 

-Beint eftir tíðindafundin hjá løgmanni varð eg sendur til hús. Um eg beinleiðis eri í sóttarhaldi, veit eg ikki at siga, men eg eri við hús fyri at verja meg fyri smittuni. Mamma og pápi eru eisini við hús, og royna vit øll at vera minst møguligt úti, og fáa minst møguligt av fólki á gátt. 

Rólant hevur ikki verið í sambandi við fólk, sum bera smittuna ella eru í smittuvanda, men hann má royna at vera heima, fyri at verja seg fyri herviligu smittuni. 

 

Gerandisdagurin merktur av ótta fyri smittu

Starvsvenjingin hjá Rólanti vardi í góðar tvær vikur, tá hann noyddist at gevast. Av tí at smittan kann hava so álvarsligar avleiðingar fyri Rólant, er gerandisdagur hansara merktur við serligum fyrivarni. Hann velur, eitt nú, ikki at fara til handils, og tá er gott at hava góð fólk rundan um seg. Vinfólkini hjá Rólanti hava verið røsk at hjálpt til og hava verið til handils fyri hann. 

-Alt er eitt sindur løgið fyri meg. Onki er, sum tað plagar. Eg havi verið onkran lítlan túr fyri líka at koma út og fáa fríska luft, og tað merkist alvorliga, at her er okkurt á vási. Eg fari av og á ein biltúr ella gongutúr, og royni annars ikki at møtast við ov nógvum vinfólkum. 

Um Rólant skal hitta vinfólk síni, er umráðandi hjá honum at vita, hvar vinfólkini hava verið, og hvørjum tey hava verið í sambandi við. Smittan er nú staðfest í Klaksvík, og tískil kennist møguleikin at gerast smittaður brádliga ikki so fjarur. 

-Eg spyrji inn til vinfólkini; hvar tey hava verið, hvørjum tey hava verið saman við o.s.fr. Serliga nú smittan er staðfest í Klaksvík, og eg havi vinfólk, ið kenna onkran, sum kennir teir persónar, ið eru smittaðir. Eg vil ikki siga, at eg eri bangin sum so, men má viðganga, at hetta fyllur nógv í mínum gerandisdegi. 

Um gongdin við smittaðum heldur fram, so kann væl vera, at Rólant einans kann vera innan teir fýra veggirnar heima í Klaksvík.

 

-Kenni meg tryggari við átøkunum, sum nú eru sett í verk

Av tí at Rólant er í serligum vandabólki fyri smittuni COVID-19, hevur tað nógv at siga fyri hann, at myndugleikarnir hava sett átøk í verk fyri at minka um útbreiðsluna av Coronasmittuni. 

-Eg  haldi at vit, sum føroyingar, ikki heilt hava sæð veruleikan í eyguni. Tí kenni eg meg tryggari við teimum átøkunum sum myndugleikarnir hava sett í verk. Eg haldi, at eftir at løgmaður veruliga hevur gjørt fólk varhug við, hvussu álvarslig Coronasmittan er, so hava fólk eisini tikið tað til sín. Sum sagt er býurin ikki líka livandi longur, og haldi eisini at fólk byrja at viðurkenna, at hetta altso ikki er at spæla við.  

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður