Heimatíðindi

- Eg kenni meg ótrygga, tí eg veit ikki, nær eg sleppi heim

Marita Johannesen (egin mynd)

Marita Johannesen (egin mynd)

2020-03-17 06:34 Author image
Anna Poulsen

Mikudagin, eftir at forsetismálaráðharrin í Danmark hevði tíðindafund, broyttist støðan hjá øllum lesandi í Keypmannahavn. Boð vórðu send út í fleiri londum at skúlar, starvslærupláss og lestrarbúðstaðir vóru latnir aftur, orakað av herviligu Koronasmittuni. Lesandi, ið vóru stødd uttanlands, kvikaðu sær inná heimasíðurnar hjá flogfeløgunum og keyptu sær ferðaseðlar. 

Tað var mitt í sættu og síðstu viku av starvslærutíðini, tá boðini komu. Starvslæruplássið hjá 26 ára gamlu Maritu Johannesen varð latið aftur. Marita, og vinkona hennara, vóru tvær teirra, ið keyptu sær ferðaseðil heim aftur til Keypmannahavnar. Í løtuni er hon stødd á Cebu á Filipsoyggjunum, har hon, saman við eini danskari vinkonu, er í starvslæru í samband við læraralesturin. Men ætlanin um at koma til Keypmannahavnar bleiv slept. 

-Tað er ræðuligt. Vit vilja bara sleppa heim til Keypmannahavnar, so at vit kunnu verða saman við okkara nærmastu og í okkara egna landi.

[object Object]

Á Fillipisoyggjunum eru enn ikki nógv, sum eru smittaði. Tó taka tey støðuna í álvara. Átøk eru sett í verk fyri at basa smittuni. Eitt nú er eftirlit við handlarnar, har hitin skal mátast, áðrenn ein sleppur inn. Er hitin yvir 38 gradir, sleppur mann ikki inn. Harafturat eru flogvallir stongdir, og tískil er Marita sera stúrin, um hon nú sleppur heim. 

-Eg eri bangin fyri at ikki sleppa heim. Eg kenni meg ikki trygga, tí eg ikki veit nær eg komi heim. Støðan broytist allatíð - frá degi til dags. 

Upprunaliga var tamarhald á støðuni, tí Marita hevði ferðaseðil heim 19. Mars. Manila, sum er høvuðsstaðurin, varð stongdur og í somu atløgu varð ferðaseðilin avlýstur, tí tær skuldu millumlenda í Manila. 

Gerandisdagurin hjá Maritu er nógv mertkur vav ótta, tí nú stendur hon í eini bíðistøðu. Hon roynir hvønn dag at finna eina loysn, so at hon kann sleppa til Danmarkar. Sum nú er, hava allar ferðir verið útsettir. 

-Allir ferðaseðlar hava verið útseldir, men í gjár hoppaði ein ferðaseðil brádliga fram, og vit bíløgdu hann beinavegin. Ferðaseðilin er til 23. mars og kostaði 17.000 krónur samanlagt fyri meg og vinkonuna. Men enn vita vit ikki, um tað verður møguligt at flúgva heim. Flogvøllurin her í Cebu fer helst at lata aftur. Tey steingja jú flogvallir hvønn dag, so tað er bara ein spurningur um tíð.

Uttanríkisráðið roynir at hjálpa Maritu og vinkonuni, og harafturat fáa tær eisini hjá hjálp frá familjum og vinum. 

-Mynduleikarnir heita á okkum at finna ferðaseðlar skjótast gjørligt og koma heim, men tað er bara so torført, tá ið ongir ferðaseðlar eru at fáa. Vit hava leitað í dagavís og so kom hesin ferðaseðilin fram, og nú eru hon longu burtur aftur. Men vit náddu tíbetur at bíleggja hann.

Starvslærutíðin hjá Maritu, sum skuldi vera seks vikur er nú avlýst. Áðrenn seinasta vikan varð liðug, stongdi skúlin, har hon hevur verið í starvslæru. Filippinarar eru ræddir fyri, at smittan fer at gera ov nógv um seg. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður