Heimatíðindi

Sigrun hevur altíð vitað, hvat hon skuldi við lívinum

Sigrun eigur og rekur klædnahandilin Insito. Hon er 28 ár og er útbúgvin stylistur. Myndir: Hergeir Staksberg

Sigrun eigur og rekur klædnahandilin Insito. Hon er 28 ár og er útbúgvin stylistur. Myndir: Hergeir Staksberg

2019-05-17 16:30 Author image
Hergeir Staksberg

Tú ert 22 ár og skal taka eina avgerð. Hevði tú farið uttanlands at lesa? Hví ikki fjakka og uppliva heimin? Ella bara arbeiða og tjena pengar? Alt fín boð, men um tú eitur Sigrun Johanessen, so ger tú nakað heilt annað. Tú opnar tín egna klædnahandil... á Toftum

Var valið hjá Sigrun djarvt ella smá svakt? Svarið er helst ein sunn blanding av báðum, tí tað eru gjarna tey sum taka kjansir, sum í síðsta enda vísa vegin. Spyr bara Harry Potter, hatta veit hann alt um, men undir øllum umstøðum, so hava vit hitt Sigrun til eitt prát í Vágsbotni.

Antin eru veðurgudarnir í góðum lag, ella hevur ein øgiliga skikkiligur persónur føðingardag í dag, tí veðrið er langt yvir miðal. 15 hitastig verður sagt. 

[object Object](Sólbrillurnar koma til sín rætt í góðveðrinum)

Fekk bara ein kjans
Hvørjir tankar fara gjøgnum høvdið á einari 22 ára gamlari Sigrun, sum ætlar at opna sín egna handil?

- Eg haldi ikki, eg hugsaði so nógv um tað, men eg trúgvi heldur ikki, at tað er nakað, sum mann kann fyrireika seg til sum so. Eg føldi bara, at tað var tað rætta fyri meg akkurát tá, og eg tímdi tað eisini so ræðuliga væl.

-Sjálvt um eg hevði planir um at fara av landinum og lesa, so hugsaði eg, at handan kjansin fái eg ikki aftur, sigur Sigrun, meðan hon fær sær ein betri bita.

[object Object]( -Í dag kann eg gott fanga meg í at hugsa: "Hvat havi eg gjørt?")

Sigrun sá inn í framtíðina
-Eg minnist, at vit skuldi gera eina uppgávu í 10. flokki. Uppgávan var at greiða frá, hvussu framtíðin hjá okkum fór at síggja út. Eg skrivaði, at mín plan var at hava frí í eitt ár, so í handilsskúla og so opna handil. So eg havi altíð vitað, at eg skuldi hava ein klædnahandil, greiðir Sigrun frá.

Hvat heldur tú sjálv. Er tað meir spennandi ella ræðandi at opna egnan handil?

-Í dag haldi eg, at tað er ræðandi, tí í dag dugi eg at hugsa um tað. Tá mann er 22, so hugsar mann ikki upp á sama máta, tá koyrir mann bara ahead, tá er tað ikki so farligt. Í dag kann eg gott fanga meg sjálva í at hugsa: “Hvat havi eg gjørt?”, greiðir Sigrun flennandi frá.

[object Object]( -Um tú følir teg væl, so útstrálar tú tað eisini) 

Hvat siga klæðini um ein persón?
Tá tú sært ein politist ella lækna, so veitst tú beinavegin, at talan er um ein politist ella lækna. Teirra klæðir fortelja okkum, at tey eru politistar ella læknar, men hvussu við vanligum gerandisklæðum? Hvat siga tey klæðini um ein persón?

- Eg haldi klæðir kundu siga meir fyrr. Í dag haldi eg ikki, at tey siga so ræðuliga nógv, tí alt ber til. Øll ganga í øllum, sigur Sigrun. 

Heldur tú, at tað er nakað samband millum klæðir og sjálvsálit?

- Ja, 100 prosent. Um tú følir teg væl, so útstrálar tú tað eisini, men tað er ikki nokk at fara í ein handil og fáa fólk at lata teg í klæðir, sum tey halda eru pen. Tí um tú ikki eisini følir, at klæðini eru pen, so útstrálar tú eisini, at tú ikki følir teg væl í teimum, svarar Sigrun.

[object Object]

Kann mann keypa sær sjálvsálit?
Hevur tú upplivað, at fólk koma inn til tín. Keypa sær klæðir, og so er sjálvsálitið farið upp?

- Ja. Summi ringja til mín og spyrja, um tey kunnu koma oman í handilin, tá vit hava lukkað. Tey ringja, tí tey faktiskt eru í neyð. Tey ræðast at koma inn í klædnahandlar, men so brúka vit ein tíma saman, har eg eri teirra stylist. Og tá er tað ein heilt annar persónur, sum fer út í mun til tann persónin, sum kom inn, greiðir Sigrun frá.

Hvat nú um onkur hugsar. Hatta ljóðar kul. Hatta vil eg eisini prøva, men eg havi ikki ráð til dýr klæðir. Er tað dýrt at keypa klæðir í Insito?

- Klæðini eru hvørki bílig ella dýr. Tey eru miðal. Eg havi dýr ting. Onkrir jakkar og onkrir skógvar, men generelt er tað miðal, tí tað er ein blanding av øllum.

- Sjálv hevði eg gott kunnað funnið upp á at keypt dýrar skógvar ella eina dýra tasku, sum mann kanska hevur í fleiri ár, men eg hevði ikki tímað at brúkt nógvar pengar upp á eitt plagg, sum ikki er modernað um tveir mánaðir, sigur Sigrun.

[object Object](Sigrun brúkar seg sjálva sum model, tá hon leggur myndir av sínum klæðum út á netið)

Brúkar seg sjálvan og aðrar føroyingar sum model
Um tú hyggur inn á heimasíðuna, facebook- ella instagram profilin hjá Insito, so leggur tú eisini merki til, at tað eru føoysk konufólk og Sigrun sjálv, sum verða brúktar sum model. Og tað er eisini Sigrun, sum tekur myndirnar.

- Ja, eg tími ikki at brúka tær myndirnar, sum klædnamerkini koma við. Eg haldi, at tær er rættiliga óinterresantar, og so er tað ongin munur á myndunum á mínari síðu og síðuni hjá sjálvum klædnamerkinum.

-Tá fólk síggja føroyingin Sigrun í klæðunum, heldur enn eina extra small model, so verða myndirnar meir autentiskar, og fólk hava lættari við at relatera til klæðini, sigur Sigrun.

- Eg byrjaði við at taka myndirnar sjálv, men seinni hugsaði eg: "Eg fari at taka tað eitt stig víðari og fáa ein fotograf at taka myndirnar". Tá eg hevði prøvað tað eina tíð, so fór eg aftur at hugsa: “Veitst tú hvat, árið í fjørð var eitt sindur av einari útfordring, so eg fari at prøva at venda aftur til tað gamla”, og tað gjørdi stóran mun. Tað byrjaði beinavegin at ganga betur, tá eg bara tók myndir av mær í einum spegli.

[object Object]

( fólk hava lættari við at relatera til klæðini, tá Sigrun sjálv er á myndini) 

Photoshop og frítíð
Hvussu við photoshop. Brúkar tú eisini tað, so myndirnar verða eyka góðar og kanska snýta eygað eitt sindur?

- Eg redigeri eisini myndirnar aftaná. Ikki nakað ógvusligt við Photoshop ella nakað, men bara farvurnar á klæðunum, so klæðini hava somu farvu á myndunum sum í veruleikanum. Tað føli eg, at eg skyldi mínum kundum. Teir skulu vita, hvat teir fáa.

Men hvussu er tað, tá tú hevur egnan handil, ert stylistur, fotografur og model, hevur tú so nakrantíð frí?

- Eg vil siga, at eg dugi væl at geva mær frí. Sum tildømis í dag, so havi eg tikið mær frí í allan dag. Eg havi eisini nethandil og brúki nógv facebook og instagram í samband vid handilin, so eg pjøvist ikki at vera í sjálvum handlinum allatíð, greiðir Sigrun frá, meðan ókeypis d-vitaminirnar floyma yvir fólkið í Vagsbotni.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður