Wilhelm nýggjur formaður í Granskingarnevndini

Mynd: Annika Sølvará

Wilhelm nýggjur formaður í Granskingarnevndini

2017-09-01 13:08 Author image
Leif Láadal

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýggja Granskingarnevnd. Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita sjey limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.

Limirnir í Granskingarnevndini eru nú:

Wilhelm E. Petersen, ph.d., stjóri á Vinnuháskúlanum, formaður, tilnevndur av Mentamálaráðnum

Erika Hayfield, ph.d., lektari á Fróðskaparsetrinum, tilnevnd av Mentamálaráðnum

Rúni Weihe, deildarleiðari fyri G&M á Havsbrún, tilnevndur av Fiskimálaráðnum

Richard Schwartson, KT-leiðari hjá Landsapotekaranum, tilnevndur av Heilsumálaráðnum

Marjun Wilhelm, góðskuleiðari hjá Luna, tilnevnd av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum

Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK, tilnevnd av Arbeiðsgevarafelagnum

Helgi Eidesgaard, savnshjálpari á Landsskjalasavninum, tilnevndur av løntakarafeløgunum

Fimm fólk eru nývald, tey eru Wilhelm E. Petersen, Erika Hayfield, Rúni Weihe, Marjun Wilhelm og Helgi Eidesgaard.

Granskingarnevndin er sett fyri trý ár frá 1. september 2017 til 31.august 2020. Mentamálaráðið tilnevnir formannin, og Granskingarnevndin skipar seg við næstformanni millum hinar seks limirnar.


Kelda: MMR

 

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður