Whiskysmakking fyri nýbyrjarar

Whiskysmakking fyri nýbyrjarar

2017-11-07 12:15 Author image
Leif Láadal

Hvørjum skal eg hyggja eftir, um eg vil hava okkurt gott whisky? Eru nøkur merkir betri enn onnur? Skal eg brúka ís ella basaltsteinar? Skal vatn í, ella kanska sodavatn? Og hvat er tað sum ger, at fólk kunnu finna uppá at gjalda í túsundavís av krónum fyri eina whiskyfløsku.

Hesar, og nógvar aðrar spurningar, tekur áhugafelagið EinMalt upp leygarkvøldið 11. november, tá skipað verður fyri whiskysmakking fyri nýbyrjarar.

Fyriskipararnir siga, at nógv fólk, sum hava áhuga fyri whisky, ikki ordiliga hætta sær til smakkingar, tí tey vita ov lítið um drykkin. Tí verður nú skipað fyri whiskysmakking, ið fyrst og fremst fyri tey óroyndu, sum fegin vilja vita og uppliva meira av whiskyheiminum.

- Vit hava sett eina sera góða smakking saman, sum er væl lýsir whiskyheimin. Men samstundis eru fløskurnar eisini spennandi fyri tann roynda whiskykennaran, sum sjálvandi eisini er vælkomin, hóast kvøldsins tema er ein introduktión til single malt whisky, sigur Ronnie Thomassen frá EinMalt.

Smakkingin verður hildin í Hornahúsinum í Havn leygarkvøldið tann 11. november klokkan 19. Pláss er fyri 26 luttakarum. Fólk kunnu tekna seg til tiltakið við at skriva til ronnie@whisky.fo, í seinasta lagi fríggjakvøldið 10. november kl 21.


Skráin fyri "nýbyrjarakvøldið" er henda:

Cragganmore 12 ár, Speyside, Distillery Bottling, 40%

Glendronach 21 Speyside, Cadenhead, Vintage 1990 – avtappað apríl 2012, Bourbon Hogshead, Ein av 258 fløskum, 51,1%, (Single Cask).

Aultmore 17 ár, Speyside, Cadenhead, Vintage 1989 – avtappað februar 2007, Bourbon Barrel, Ein av 186 fløskum, 54,4%, (Single Cask).


Steðgur

Tobermory 18 ár, Islands, Duncan Taylor, Dimensions, Vintage apríl 1994 – avtappað september 2012, cask no 48, nr. 60 av 281 fløskum, 46%.

Springbank 12 ár, Cambeltown, SMWS 27.74 "Stripped down", Vintage mai 1996 – avtappað 2009, Refill Bourbon Hogshead, 1 av 193 fløskum, 57.0%, (Single Cask).

Amrut 6 ár, India, Distillery Bottling, Vintage juni 2009 – avtappað juni 2016, Bourbon Barrel, Ein av 150 fløskum, 60%, (Single Cask).

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður