Vøkstur í Norðurlondum

Vøkstur í Norðurlondum

2017-10-11 10:21 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað stendur væl til í Norðurlondum. Tað staðfestir hagtalsritið Nordik Statistik, ið kemur út í dag.
Ritið hyggur at ymsum økjum í teimum ymsu norðurlensku londunum og metir um, hvussu norðurlensku londini standa seg.

Millum annað verður hugt at arbeiðsloysi, ungdómsarbeiðsloysi, burðartali, inntøku, barsilsfarloyvi, ójavna, CO2-útláti og mongum, mongum øðrum.

Og sum heild kann sigast, at tað stendur væl til í norðurlensku londunum. Fyri tey samlaðu londini útflyta vit meira enn vit innflyta, ungdómsarbeiðsloysi, og arbeiðsloysi sum heild er minni enn í ES-londunum og norðurlensku londini hava eina hægri vakstrarferð enn bæði USA, Japan og ES-londini, við 2,0 prosentum.

Og hvørt land hevur okkurt at vera errin av. Finnland klárar seg best av norðurlensku londunum tá tað kemur til útbúgving og vitanarframleiðslu. Ár eftir ár klára finnar seg best í PISA-kanningunum og eru tey eisini tað landið ið fæst mest við gransking. Finnland er eisini tað landið ið hevur teir bestu húsaprísirnir.

Norðmenn eru tað ríkasta landið, og hava tað hægsta BTÚ-talið pr íbúgva. 

Sviar klára seg best á umhvørvisøkinum. Sviar hava tað minsta CO2-útlátið pr íbúgva. Svøríki er eisini tað landið, og hevur tikið ímótu flestu flóttafólkunum.

Í Føroyum hava vit enn met í burðatali. Føroyskar kvinnur eiga 2,6 pr kvinnu. Tað er eitt heilt barn meira pr kvinnu enn tað er í Finnlandi.
Føroyar hava eisini tann minsta ójavnar millum íbúgvar, og eru tað landið við hægsta livialdri. Ein føroysk kvinna kann vænta at gerast 84,5 ára gomul.
Grønland hevur tann mesta ójavnan millum íbúgvar og tann lægsta livialdurin. Ein grønlenskur maður kann vænta at gerast 70 ára gamal.

Ísland slær eisini nógv met í hagtølunum. Ísland er landið ið hevur havt størsta fólkavøksturin. Fólkatalið er vaksið við 33% síðan 1990. 
Ferðavinnan hevur eisini tikið veruligt dik á seg í Íslandi seinastu tíggju árini, er talið av hotellgistingum hækkað við 232% innafyri hetta áramálið. Hetta hevur givið íslenska búskapinum eitt veruligt skump - búskaparligi vøksturin í Íslandi í 2016 var 7,2%

Danmark er tað landið, har menn taka minsta partin av barnsburðarfarloyvinum.

Meira ber til at lesa her

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður