Vinnararnir av FM fyri handverkslærlingar

Vinnararnir av FM fyri handverkslærlingar

2017-10-09 14:41 Author image
Innsent

FM fyri handverkslærlingar varð hildið á Torginum í SMS hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku. Kappast varð í trimum fakum, nemliga timbur, rørsmíð og hárfríðkan.

FM vinnari í Rørsmíð gjørdist Palli Haraldsen av Kambsdali. Palli er í læru hjá Renovent. Rørsmiðjulærlingarnir skuldu montera baðivask, umframt at forbinda vaski, radiator og vesikummu við hitavekslara. Dómararnir viðmerktu, at støðið var sera høgt.

Hjá timburlærlingunum vann Ásmundur Poulsen úr Klaksvík. Ásmundur lærir hjá Kanjon. Timburlærlingarnir gjørdu eina 3-síðaða pyramidu við kongi. Úrslitið bleiv dømt í tveimum. Í fyrstu atløgu varð dømt eftir skurðunum; tilvirkan og longdarmát. Í seinru døming var hugt eftir neyvleika í samling av pyramiduni. Í úrslitinum søgdu dómararnir, at tað var sera javnt og vit hava nógvar dugnaligar lærlingar. 

Hárfríðkanarkappingin var nakað ørvísið enn hinar báðar, av tí at kappast varð í fleiri styttri kappingum. Fýra kappingargreinar vóru hósdagin, nemliga mótaklipping, fønturkan, umfrisering og bombage. Fríggjadagin var make-up og langt hár uppsetan við frí fantasi. Dømt varð í øllum seks greinunum og vinnarin gjørdist Jórunn á Gravarbø úr Klaksvík. Jórunn er í læru hjá Evoke. Eisini hendan kappingin var sera jøvn, og støðið var sera høgt.

 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður