Vinn eina ferð til Prag ella Krakow

Vinn eina ferð til Prag ella Krakow

2017-08-31 16:50 Author image
Emil Jacobsen

Dimmalætting fer at senda tveir hepnar haldarar avstað til 1. Prag ella 2. Krakow. Tekna eitt hald og ver við í kappingini um eina ferð fyri tvey.

Fríggjadagin 29. september fer Dimmalætting at kasta lut millum allar okkara haldarar um tvær uttanlandsferðir. Fyrst kasta vit lut um eina ferð fyri tvey til kekkiska høvuðsstaðin Prag, og síðani kasta vit aftur lut um eina ferð fyri tvey til vakra býin Krakow í Póllandi. Verandi haldarar eru longu við í kappingini, og um tú ikki er vorðin haldari enn, kanst tú tekna hald á heimasíðu okkara www.dimma.fo, antin eitt dimma pluss hald ella eitt dimma pluss og prent hald.

Tú kanst vinna antin eina ferð til Prag í oktober ella eina ferð til Krakow í november.

 (Lesið víðari undir myndini)

Til Prag 20.-23. oktober

Eitt langt vikuskifti í vakra Prag, har tit búgva á einum væl dámdum 3-stjørnaðum hotelli, sum liggur sera væl fyri mitt í býnum.

Farið verður úr Føroyum fríggjamorgunin 20. oktober kl. 08:30 og flogfarið lendir í Keypmannahavn kl. 11:35. Farið verður víðari úr Keypmannahavn kl. 15:25, og kl. 16:45 setir flogfarið seg í Prag.

Mánamorgun kl. 09:00 verður farið úr Prag og flogfarið setir seg í Kastrup kl. 10:20. Síðani eru góðir átta tímar, til flúgvarin heim til Føroyar fer avstað kl. 18:30. Her eru góðir møguleikar til eitt nú at taka metroina inn í Fields at keypa nakrar jólagávur, hitta vinir og kenningar ella kanska bara njóta hugnaliga Keypmannahavn.

 (Lesið víðari undir myndini)

Til Krakow 22.-26. november

Í Krakow verður búð á einum vælumtóktum 3-stjørnaðum hotelli, bert 500 metrar frá marknaðinum í gamla Krakow.

Farið verður úr Føroyum mikudagin 22. november kl. 14:35 og so verður gist eina nátt í Keypmannahavn, áðrenn leiðin gongur víðari til Krakow hósdagin kl. 10:00. Á heimferðini verður farið úr Krakow sunnudagin 26. november kl. 10:40 og flogfarið setir seg í Keypmannahavn kl. 12:10. Klokkan 18:30 verður flogið heim til Føroyar, her eru góðir seks tímar at brúka í Keypmannahavn.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður