Vilja ikki hála ein bólk fram um hinar

Vilja ikki hála ein bólk fram um hinar

2018-01-05 16:00 Author image
Georg L. Petersen

Lærarafelagið stendur fyri tørni, tá Pedagogfelagið einaferð er liðugt at samráðast fyri sínar limir og verkfallið er av – men strategiin verður neyvan tann sama sum hjá námsfrøðingunum og pedagogunum, tí tað verður ikki góðtikið at hála fólk við hægri útbúgving upp um tey við drúgvum starvsroyndum

– Mín greiða fatan er, at ein bachelor-útbúgving eisini skal geva eina bachelorløn, men samstundis er tað ikki rætt at geva teimum minni, sum hava drúgvar royndir. Tað skal telja, og tí er tað ikki realistiskt at fara til samráðingar við sama taktikki sum sjúkrarøktarfrøðingarnir og pedagogarnir. Vit mugu finna eina millumloysn, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.

Sjúkrarøktarfrøðingar vóru í verkfalli, og vunnu við sínum krøvum um at geva øllum sínum limum við eini bachelorútbúgving somu løn sum tey í millum annað Akademikarafelagnum. Nú eru pedagogarnir í verkfalli út frá nøkulunda somu sjónarmiðum.

Lesið meira í blaðnum ella við at trýsta HER

Meira langlesnaður