Viðmerkingar til ætlaðu fiskivinnunýskipanina

Viðmerkingar til ætlaðu fiskivinnunýskipanina

2017-12-05 12:03 Author image
Innsent

Undirritaðu feløg skulu við hesum boða frá, at vit fult út taka undir við ætlaða uppskotinum til nýggja fiskivinnuskipan.
Í hesum sambandi skulu vit vísa á, at vit fakfeløg í nógv ártíggur hava ynskt eina nýggja lóggávu, sum skal tryggja av fiskatilfeingið okkara, sum er ogn føroya fólks, veruliga kemur øllum borgarum til góðar.

Fiskurin eigur at verða meira góðskaður og harvið virðisøktur
Tað er uppgávan hjá okkara fólkavaldu politikarum at tryggja, at samfelagið og hvør einstakur av okkara borgarum fær sum mest burtur úr fiskatilfeingi okkara.
Hetta kunnu vit bert tryggja, um Løgtingið og Fiskimálaráðið stýra fiskivinnuni soleiðis, at so nógv sum tilber at fiskinum verður virkaður í Føroyum og av føroyskum arbeiðsfólkum. Bert á hendan hátt kunnu vit tryggja, at fiskurin ikki fer ótilvirkaður av landinum, men at so nógv sum tilber av okkara fiskatilfeingi verður virðisøktur í Føroyum og harvið skapar stórst møguliga inntøku til land og virkir.

Øll øki í landindinum eiga at fáa lut í hesum fiskiríkidømi okkara
Vit síggja, at stórur munur er á hvussu nógv arbeiði er til vanlig arbeiðsfólkið kring landið. Fyri at skapa trivna og best møguligar liviumstøður, so er tað umráðandi, at okkara politikarar skapa karmar sum kunnu tryggja, at arbeiðið eisini er til vanliga arbeiðsfólkið, har lítið og einki fiskaarbeiði er í dag. Tað hevur m.a. rakt nógv arbeiðsfólk í Havn, at hetta økið í dag einki virksemi hevur tá talan er um tilvirking av fiski.

Veiðan eigur at vera burðardygg
Ein aðaltáttur í fiskivinnupolitikki okkara eigur at vera, at lóggávuvaldið tryggjar at fiskiveiðan støðugt fer fram á burðardyggum grundarlag, soleiðis at eftirkomarar okkara eisini koma at hava fiskatilfeingið at líta á sum lívsgrundarlag teirra.

Føroyskir sáttmálar eiga at vera galdandi fyri øll arbeiði á sjógv og landi
Vit síggja í grannalondum okkara, at stórir trupulleikar eru av arbeiðsgevarum, sum ikki halda galdandi lønarsáttmálar, og hetta er serliga galdandi tá talan er um fremmanda arbeiðsmegi. At tryggja, at galdandi sáttmálar verða hildnir meta vit ikki bert at vera ein uppgáva hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, men eisini ein uppgáva hjá okkara politikarum, ikki minst tá politiska skipanin loyvir fremmandari arbeiðsmegi at virka á føroyskum skipum og á virkjum á landi í Føroyum.

Tað skaklar fólkaræði okkara um tað verður stórkapitalurin, sum kemur at stýra okkara politikarum
Bæði okkara politikarar og allir borgarar, sum taka undir við fólkaræðisligu skipan okkara, eiga at hava sum aðalmál at tryggja, at eingin einstakur samfelagsbólkur, og serliga ikki okkara valdsmiklu vinnulívsfólk koma at stýra tí fiskivinnupolitikki, sum verður førdur í Føroyum.
Tað verður ein vanlukku, um okkara valdsmiklu reiðarar og stuðlar teirra, koma at taka avgerð um hvussu fiskivinnulóggáva okkara skal orðast, tí tað eru ikki áhugamálini hjá vanliga føroyinginum, sum liggja aftan fyri ynskini hjá hesum reiðarum um framhaldandi at sleppa varðveita rættindi teirra til føroyska fiskatilfeingið.

Framferðin hjá ávísum reiðarum og teirra umboðum avdúkar vandan við at lata ávísum bólkum ov stóran part av fiskatilfeingi okkara
Vit halda, at framferðin hjá ávísum reiðarum er óhugnalig dømi um hvussu langt hesir reiðarar vilja fara fyri at royna at ávirka okkara politiska myndugleika.
Tað er átaluvert, at ávisir reiðarar beinleiðis hótta við at steingja virkir og at niðurlaga virksemi teirra, um Løgtingið ikki fylgir teirra ynskum.
Tað er spell, at ávísir politikarar lata seg ávirka av slíkari ódámligari framferð, sum ikki ber brá av virðing fyri okkara fólkaræðisligu skipan.

Reiðararnir kanna sær nú ognarættin til fiskatilfeingi okkara
Vit hava hoyrt at reiðarar ella umboð teirra enntá hava hótt við at draga Fiskimálaráðið í rættin, um teir missa verandi veiðiloyvi og kvotur teirra.
Slíkar hóttanir er haldgott prógv um, at tað er ein vanlukka fyri land okkara, um ein samfelagsbólkur sum t.d. stórreiðarar okkara, fáa so stóran lut í samfelagskøku okkara sum fiskatinfeingið er.
Hesar hóttanir skuldu verið nóg gott prógv fyri, at okkara politiska skipan ikki framyvir eigur at lata nøkrum reiðara so stór rættini av tí sum lógin hevur staðfest sum ogn føroya fólks.

Samandráttur
Vísandi til tað sum omanfyri er nevnt skulu vit staðiliga heita á allar flokkar á tingið um at standa saman um at fremja hesi neyðugu átøk, sum skal tryggja, at fiskatilfeingið okkara verður til gagn fyri allar føroyingar, bæði nú og framyvir, og at vit ikki enn einaferð kunnu koma í eina støðu, har stórreiðarar kunnu seta fram hóttanir um, at teir fara at krevja endurgjald um okkara fólkavalda Løgting fremur neyðugar dagføringar í lóggávuni, sum skal seta karmarnar fyri veiðuni av okkara fiskatilfeingi sum er ogn føroya fólks.

Vinarligar heilsanir,
Havnar Arbeiðskvinnufelag, Vígdis Johannesen

Havnar Arbeiðarafelag, Hans Joensen

Meira langlesnaður