Verkfallið er byrjað

Verkfallið er byrjað

2017-11-06 10:13 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar boðaðu leygardagin frá, at felagið fór í verkfall. Hetta var orsakað av, at samráðingar um nýggjan lønarsáttmála slitnaðu. 

Verkfallið umfatar:
- Sjúkrarøktarfakligar varastjórar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.
- Depilsleiðarar á Kirurgiska deplinum og Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
- Leiðaran á Uttanlandstænastuni
- Allar deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum við undantikið á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Meðan verkfallið stendur á, er ikki loyvt hjá limunum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, at luttaka í sjúkraflutningi. 

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur við Útvarpið og á heimasíðu felagsins, at arbeiðssteðgurin kann møguliga leingjast, um ongin hóskandi semja verður gjørd. Hon strikar undir, at felagið er ógvuliga sint til at samráðast, og hetta vísa tey við, at limirnir sum arbeiða á seingjardeildunum, ikki eru sendir í verkfall. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður